Eru nú næstfremst

Góða hálið týsdagin gav Føroyum eitt ordans lop upp eftir heiðursmerkjarøðini á oyggjaleikum.

Føroyar eru nevnliga landið, sum liggur næst ovast á samlaða listanum, og tað er ikki ein støða, sum vit eru beinleiðis von við. Til sammetingar kann nevnast, at størsta hálið hjá Føroyum varð gjørt í 2001 á Man, har talan gjørdist um 15 gullmerki. Og enn eru altso tríggir kappingardagar eftir á Rhodos.

Talvan yvir bestu londini á Rhodos sær nú soleiðis út:


Nr Land G S B

1 Jersey 14 17 8

2 Føroyar 14 9 7

3 Rhodos 11 9 8

4 Gotland 11 7 2

5 Guernsey 9 8 16

6 Cayman 5 5 1

7 Isle of Man 5 4 10

8 Bermuda 4 6 5

9 Áland 4 2 5

10 Prince Edward 3 1 6