Øll skipini hjá Skansi Offshore hava nú møguleika fyri at taka ímóti landstreymi.
Tað boðar felagið frá í einum tíðindaskrivi í morgun.
Tað var í 2018 a reiðaríið gjørdi av at rigga øll skipini til at taka ímóti streymi úr landi og nú hevur Kongsborg, sum tað seinasta skipið í flotanum, fingið eina góðkenda skipan umborð.
– Tað merkir, at har tað ber til at taka ímóti streymi úr landi, er tað óneyðugt hjá skipunum at hava ein diesel motor gangandi ímeðan skipið er við kai.
Í Føroyum hevur nettupp spurningurin um larm og royk frá skipum verið nógv umrøtt, men enn er tað ongastaðni, at skip kunnu fáa streym úr landi, og tað eru eisini tey allarfægstu skipini, sum hava neyðugu útgerðina umborð so at tey fáa tikið ímóti streymi úr landi.
Í Norei er tað í nógvum havnum, at tað ber til at taka ímóti streymi úr landi, eitt nú í Bergen, í Stavanger og í Florø, har Skansi hevur nógva sigling.
Prísurin á streymi er lutfalsliga lágur, og el framleiðslan í Noregi er grøn og hetta ger av álvara mun fyru umhørvið.
– Útlátið minkar, samstundis sum skip, sum liggja við kai, heldur ikki dálka rundan um seg.
##med2##
– Eisini er tað til gagns fyri manningina, at skipini ikki larma, og ikki minst er tað ikki til gagns fyri tey, sum búgva beint við, sigur Skansi Offshore.
Skansi Offshore hevur fimm nýmótans frálandaskip og tað arbeiða 130 fólk hjá felagnum, og av teimum eru 120 sjófólk.