? Tá ið oljuvinnan byrjar, eru vit eisini til reiðar.
Danska oljufelagið, Danbor Service, hevur einaferð enn staðfest fyri suðuroyingum, at tá ið føroyska oljuvinnan tekur seg upp, verður teirra oljuhavn í Føroyum á Drelnesi á Tvøroyri.
Í farnu viku var talsterkt lið av donskum oljuvinnufólki og býráðspolitikarum á Tvøroyri og kunnaði býráðspolitikarar á Tvøroyri og vinnulívsfólk í Suðuroy um ætlanirnar at gera oljuhavn á Drelnesi, og um ymisk vinnulig viðurskifti, sum stinga seg upp í tí sambandinum.
Við á ferðini vóru Johnny Søtrup, borgmeistari í Esbjerg, Vagn Mols Poulsen, stjóri í Mærsk Contractors í Aberdeen, Carsten Jensen, stjóri á einum privatum elvirki í Esbjerg, sum hevur veitt oljuvinnuni tænastur í eini 30 ár, Sten Hansen frá Danbor Service og Tom Nielsen, formaður í tí vinnuliga samtakinum í Esberg, sum svarar til Suðuroyar Oljuvinnuráð í Suðuroynni.
Men afturat teimum var eisini Petur Joensen frá oljufyrisitingini í Havn við á ferðini í Suðuroynni.
? Høvuðsendamálið við ferðini var at kunna vinnulívið í Suðuroynni um oljuvinnu og um ætlanirnar at gera oljuhavn á Drelnesi og, hvat tað inniber, sigur Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri.
? Men donsku gestirnir nýttu eisini høvi til at fáa kunning frá føroyskum myndugleikum leggur hann afturat
Í Havnini hittu donsku gestirnir løgmann og umboð oljumálastýrið, har tosað varð um ymisk viðurskifti og har oljufólkið fekk eitt sindur at vita frá føroysku myndugleikum, hvørjar ætlanirnar vóru, og ikki minst, hvørjum tíðarætlanum, landsstýrið arbeiddi við.
Páll vang sigur, at nú verður bara bíðað eftir, at leitingarumfarið verður.
? Danbor, sum er eitt oljufelag hjá Mærsk, verður til reiðar á Drelnesi, tá ið Landsstýrið letur startskotið til leitingarumfarið av, sigur Páll Vang.
Drelnes best egnað
Hetta sama fingu umboðini fyri Suðuroyar Oljuvinnuráð at vita frá donsku Danbor-monnunum.
?Ikki tí, vit vistu tað frammaundan, men vit vildu fegnir hoyra tað frá teimum sjálvum, sigur Tummas Thomsen, ið er skrivari í Suðuroyar oljuvinnuráði, sum eisini hevur fingið navnið Suðuroyar Oil Cunsult, SOC.
Á ferðini á Tvøroyri endurtóku umboðini fyri Danbor, at teir halda, at Drelnes er best egnaða plássið í Føroyum til at gera eina oljuhavn á.
?Í Oljuvinnuni gongur klokkan skjótt. Og skal oljuhavnin verða onkustaðni norðanfyri kostar tað einar 5-6 tímar í eyka siglingstíð. Og tað hevur stóran týdning fyri oljuvinnuna, søgdu útlendsku oljumenninir fyri tvørafólki.
? Nettupp tað, at Esbjerg lá næst oljuleiðunum gjørdi, var teirra sterkasta kort í kappingini um at gerast donsk oljuhavn framum Hanstholm og aðrar býir.
? Av tí sama er Suðuroyggin eitt náttúrligt val hjá teimum, sigur Páll Vang.
Á kunningarfundinum við vinnulívsfólk í Suðuroy segði borgarstjórin í Esbjerg, at oljuvinnan hevði havt ómetaligan týdning fyri menningina av Esbjerg býi.
? Tað búgva eini 85.000 fólk í Esbjerg og har eru 46.000 arbeiðspláss. Av teimum koyra 8.000 fólk til Esbjerg úr aðrastaðni frá.
Av teimum vóru 25.000 arbeiðspláss beinleiðis og óbeinleiðis knýtt at oljuvinnuni.
? Hetta svarar til, at tað vóru eini 3.000 arbeiðspláss í Suðuroynni.
So tað er greitt, at oljuvinnan hevur ómataligan týdning.
?Yvirhøvur hevur oljuvinnan lyft Esbjerg upp á eitt heilt annað støðið, enn býurin var á áðrenn.
? M.a. hava skiftandi býráð altíð lagt stóran dent á at dáa útbúgvingar til Esbjerg og nú er danski oljuhøvuðsstaðurin eisini ein av størstu skúlabýunum í Danmark. m.a. var eisini lærdur háskúli í Esbjerg og har høvdu teir nú fingið landsins fyrsta professara í oljuvinnu.
Hvussu nógv oljuvinnan fer at merkja fyri Suðuroynna er vónleyst at siga.
Men vanliga metingin er, at støðan her verður tan sama, sum hon hevur verið aðrastaðni.
Og tað er, at í fyrstuni verða tað mest útlendsk arbeiðspláss, men so hvørt, sum vinnan á staðnum mennist, fækka útlendingarnar.
Í Esbjerg uddi við útlendingum í fyrstuni, men teir eru at kalla allir burtur nú.
Páll Vang sigur, at hann er fullgreiðir yvir, at oljuvinnan kann fáa óhepnar avleiðingar fyri føroyska mentan.
?Men suðuroyingar hava tvinnar kostir í at velja n´. Antin at bløða út spakiliga, ella at fáa eitt bein afturat at standa á, sigur býráðsformaðurin á Tvøroyri.
Fingu nógv at vita
Tummas Thomsen sigur, at eisini fyri oljuvinnuráðnum váttaðu umboðini fyri Danbor Service, at tað er eingin ivi um, at teirra oljuhavn verður í Drelnesi.
? Teir løgdu dent á, at teir skuldu hava ein oljufjørð, sum kundi brúkast 365 dagar um árið. Og Drelnes lá soleiðis fyri, at teir spardu fleiri tímar í sigling, heldur enn um oljuhavnin lá norðanfyri og tað hevur ómetaligan stóran týdning í oljuvinnuni, søgdu Danbor-menninir fyri oljuvinnuráðnum í Suðuroy.
Harafturat er stórt uppland á Drelnesi, eins og eitt stórt úrval av ymsum tænastum er í Suðuroynni.
Ikki pláss fyri Smyrli
Tummas Thomsen sigur, at samstundis gjørdu Danbor-menninir greitt, at tá ið oljuhavn verður á Drelnesi, verður tað ikki pláss fyri strandferðsluni.
? Fyri at verða heilt nágreiniligir, so søgdu teir Smyril kundi gott brúka havnina á Drelnesi í eini skiftistíð, men tað má ongin bilur standa á Havnaøkinum.
Sostatt er havnin er óbrúkilig hjá Strandferðsluni.
Tummas Thomsen sigur, at somuleiðis skal tann stóra salt salt-siloin takast niður.
Tað verður sostatt eitt politiskt tak at finna eina aðra samferðsluhavn í Suðuroynni.
Á 0-punktinum
Formaðurin í oljuvinnuráðnum, Viberg Sørensen, sum ikki var heima, tá ið kunningarfundurin var, sigur, at næsta stigið hjá SOC verður, at kom á tal við politikararnar at vita, hvørjar ætlanir teir hava við oljuvinnuni.
? Tá ið oljuhavnin er komin, eru nógv viðurskifti at fáa í rættlag.
Ikki minst hugsar hann um ferðasambandið.
? Eitt gott ferðasamband er lívsneyðugt hjá oljuvinnuni. Tí mugu vit fáa at vita frá politikarum, hvørjar hugsanir teir hava gjørt sær um ferðasambandi til og úr Suðuroynni, bæði sjóvegis og loftvegis.
Viberg Sørensen heldur t.d. at nú ætlanin er at byggja nýggjan Smyril, er tað sjálvsagt, at tað verður bygt soleiðis, at tað kann brúkast til uttanlandssigling eisini, og at skotlandssiglingin verður tikin uppaftur við einum slíkum skipi.
Annars sigur formaðurin í SOC, at vinnulívið í Føroyum er ikki til reiðar at taka ímóti oljuvinnuni.
?Vit eru á einum nullpunktið.
? Men tað eru oljufeløgini so von við, tí soleiðis hevur eisini verið aðrastaðni, har oljuvinna hevur tikið seg upp.
? Tað er onki óvanligt í tí og tað ræðir teir ikki. Tí vinnulívið verður bygt upp og ment so hvørt.
Hann heldur eisini, at tað var eitt skilagott stig at taka, at gera Tvøroyrar Oljuvinnuráð til oyggjarfelagið Suðuroyar Oljuvinnuráð, tí tað bindur alla oynna saman.
Og oyggjarfelagið hevur fingið fleiri limir sunnan av oyggj og eisini einstakar limir úr Hvalba.