Vatn
Á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava tey ikki frætt um, at trupulleikar aftur eru við drekkivatninum í Tórshavnar kommunu.
Laila Jacobsen sigur, at trupulleikar saktans kunnu vera, sjálvt um matvørudeildin ikki hevur fingið eina slíka fráboðan.
- Ein kommuna, sum biðir um, at vatnið verður kannað á kanningarstovuni, rindar fyri hetta, og síðan er tað upp til kommunua at lata okkum vita um úrslitið.
Hon sigur, at tá kommunur hava fingið staðfest, at vatnið er dálkað, kann tað vera skilagott at tosa við Heilsufrøðiliga Starvsstovuna.
- Vit kunnu ikki hjálpa teimum við sjálvum reinsianlegginum, men vit kunnu vera til hjálpar um, hvørji stig kommunan kann taka – ella koma við góðum ráðum, sum hon tekur til.
Ábendingar bakteria
Mest vanliga bakterian, tá omanávatn, sum tað verður rópt, er dálkað, er e.coli bakteria, sum er ein sonevnd ábendingar bakteria.
- Tá e.coli bakteria er í vatninum, er hetta tekin um, at vatnið er dálkað við skarni, sum kann stava frá eitt nú seyði, fugli ella menniskjum.
Laila Jacobsen vísir á, at í fjør heyst vóru trupulleikar við vatninum, sum Tórshavnar kommuna fær úr byrgingini í Villingardali.
Hon sigur, at trupulleikarnir við vatninum standast av, at reinsiskipanin ikki megnar at reinsa vatnið til fulnar.
- Er vatnið skitið at síggja til, klára filtrini ikki at reinsa vatnið nóg væl, og tá vatnið síðan fer um UV-strálirnar í reinsiskipanini, sum skulu treingja ígjøgnum vatnið, megna hesar heldur ikki at beina fyri øllum bakteriunum.
Eykatrygdin
Leila sigur, at summar kommunur og fiskavirkir klora eisini vatnið fyri at minka um talið av bakterium.
- Hetta er ein eykatrygd. Klorið reagerar fyrst upp á organiska tilfarið í vatninum – og síðan upp á bakteriurnar
Hon vísir á, at jú betri rávatnið er, tess reinari er vatnið, tá tað fer úr reinsiskipanini og víðari til brúkararnar.
- Vatn úr byrging er soleiðis nógv støðugari og reinari enn áarvatn, ið kann taka nógv við sær, tá áarføri er, sigur Laila Jacobsen á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.