Eru vónbrotnir um málleysa javnleikin

(Frá Rás2) Jóhan Troest Davidsen hjá HB er ikki væl foreintur við bert at fáa eitt stig á Skála

Verjuskansin hjá HB, Jóhan Troest Davidsen er sera illa nøgdur við bert at fáa eitt stig á útivølli á Skála í dag aftaná javnleik 0-0.

 

Jóhan Troest Davidsen heldur talan verið um ein slakan dyst, har sera lítið hendi frammanfyri málini. Tó hevði HB tann størsta málmøguleikan, tá teir raktu træverkið hjá Skála.

 

HB hevur ikki latið mál inn enn í effodeildini í ár, men Jóhan Troest Davidsen heldur ikki, at teir í verjuni hjá HB vóru undir nøkrum serligum trýsti í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd við Jóhan Troest Davidsen á Rás2 beint aftaná dysturin millum Skála og HB var liðugur.