Í desember 2002 lótu vit - grannar hjá tí sokallaðu Berjabrekku 3 byggingini, inn kæru til ætlan býráðsins at broyta byggisamtyktina fyri øki hjá Sp/F Høgna Mikkelsen/Býráðnum frá A1 til A3.
Síðani hava vit hvørki hoyrt orð ella eið um málið, burtursæð frá eini kvittan frá snarskivuni um at kæran var móttikin.
Men nú sæst lýsing í bløðunum, at øki verður boðið út, at gera byggibúgvi. So tað sær út til, at landsmynduleikarnir hava gingið býráðnum á møti og ikki okkum.
Men eftir standa fleiri ósvaraðir spurningar, ið høvdu verið áhugaverdir at fingið svaraðar.
Hví selur býráðið jørð, undan sínum egna dagstovni, til privatan entreprenør, og tað fyri bert nakrar og 60 kr./m2. ?
Tá vit grannarnir, mest sum av tilvild, fáa franir av hvørjar byggiætlanir ið fyriliggja, gera vit sjálvandi býráðnum greitt, at vit ikki brýggja okkum um at fáa stórar íbúðarblokkar beint upp í vindeygu okkara.
Vit hava búð í frið og náðum og við góðun útsýni her uppi í meiri enn tjúgu ár, og hava soleiðis vunni hevd uppá hettar.
Børnini á dagstovninum, hava ekkaleys spælt úti í Guds fríu nátturu. Men verður byggiætlanin fullførd, kemur stovnurin at liggja í skugga allan seinrapartin, av íbúðarblokkum bygdum við Býráðsins vælsignilsi.
So vit gjørdu býráðnum greitt, at vit forvæntaðu, at teir hildu seg til byggisamtyktina fyri øki (A1).
Men tá hendur tað løgna, at býráðið byrjar at arbeiða við at fáa byggisamtyktina broytta til A3. Og var serliga tann eini arkitekturin heitur talsmaður fyri hesum.
Hví fer býráðið at knossast við at broyta byggisamtyktina fyri eitt jarðarstykki, ið teir longu hava selt. ? Og er hettar ikki kappingaravlagandi. ?
Hví broytir býráðið ikki alt øki undir Brúnni til A3. ?
Eiga grannarnir ikki líka góðan rætt sum Sp/F Høgni Mikkelsen til íbúðarspekulatión ? Um býráðið hevði sama kærleika og umtanka til grannarnar, so kundu vit bygt eina hædd afturat upp á hús okkara, býtt hvørja hædd í 2, og soleiðis fingið 6 íbúður og kanska selt tær fyri 1 mill. stk.
Ella er tað veruliga so, at Orwell og Animal farm liva í besta lagi í høvuðstaði okkara.
Tað burdi verið óneyðugt at mint á, at skattaborgararnir fíggja býráð og umsiting, og at hesi eru til fyri borgarans skuld og ikki øvugt.
Fyri at ein og hvør, ið hevur áhuga, sjálvur kann meta um, hvat í gongur fyri seg niðri á Vaglinum, verður kæran prentað niðanfyri.
Vinarliga
Egin Henriksen,
Jógvan Samson,
Hildur Sørensen,
Bjarke Sørensen,
Søren Havmand ,
Jóhannes Ellingsgaard,
Unn Mohr,
Berit Gunnarson,
Sólrun Joensen,
Marita Henriksen,
Martin Dam,
Gunnar H. Gunnarson,
Hildibjørg H. Ellingsgaard,
Annika á Lag
Tórshavn hin 12.06.03
???????????????
Tórshavn hin 27.11.2002
Til
Tórshavnar býráð
Mótmæla broyting av byggisamtykt fyri økið hjá Sp/f Høgna Mikkelsen/Býráðnum frá A1 til A3.
Vit undirritaðu vilja hervið dyggiliga mótmæla at byggisamtyktin fyri økið verður broytt, og hava vit fylgjandi grundir.
Vit øll, sum liggja rundan um - norðan-, eystan- og vestanfyri áðurnevnda økið, fingu tey boð frá býráðnum, at okkara bygging skuldi bera dám av lágari bygging og skuldi verða til so lítlan ampa sum gjørligt fyri grannarnar.
Men nú tá býráðið er gingið saman við Sp/f Høgna Mikkelsen, ger man beint tað øvugta við tað, at man ætlar at pressa so nógvar eindir, sum tilber inn á eitt sera lítið øki.
Hetta, at man ætlar at stykkja hvørja lon í so nógvar íbúðir sum tilber, kemur sjálvandi at leggja eitt nógv størri trýst á økið, enn um talan var um raðhús ella vanliga sethúsa bygging.
Hvussu við kappingarlógini ??
Eitt er, at jørðin ikki er boðin út alment, men heldur er at kalla forerd burtur, hóast býráðið visti at kappingarlógin var í stoypiskeiðini og væl tað.
Jørðin hjá Sp/f Høgna Mikkelsen liggur í øki A1 í dag, og tað visti keyparin, tá hann keypti.
Fer man nú at broyta hetta til A3, so favouriserar man keyparan uppaftur meira enn man longu hevur gjørt, og má hetta verða brot á kapppingarlógina.
At býráði ætlar at broyta byggisamtyktina heilt oman til ringvegin/Útvarpshúsið er sjálvsagt, tá man kortini fer at broyta. Men tað er byggiætlanin hjá P/f Høgna Mikkelsen, sum hevur útloyst hetta. Ja, tað er "simpult hen" fyri at geva Høgna Mikkelsen so góðan økonomi í byggiætlanina sum til ber. Hetta er komið greitt fram á fundum, vit hava havt við býráðsumsitingina.
Tað at byggiharrin/keyparin sjálvur situr í býráðnum, og enntá er partur av meirilutanum, ger hetta málið uppaftur keðiligari.
Vit tora við vissu at siga, at um onkur av okkum, fyri nøkrum mánaðum síðani, høvdu sent býráðnum umsøkn um at sleppa at stykkja okkara hús út í fleiri ibúðir og selt til einar 3 ella 4 keyparar (broytt byggisamtykt frá A1 til A3), so hevði hetta verði blankt avvíst.
So hetta málið vísur bert enn einaferð, at vit eru ikki øll líka fyri lógini, og er tað sera spell. Ja, hetta er umsitingarligt svans, sum ikki er einum framkomnum demokratiskum samfelag verdugt.
E.S.
Til Landsmynduleikarnar.
Tá tit fáa Byggimálið og kæruna til viðgerðar, vilja vit inniliga heita á tykkum um at kanna, um alt er gingi rætt fyri seg, viðvíkjandi sølu/keypi av byggilendinum hjá Sp/f Høgna Mikkelsen.
Her verður serliga hugsa um, hví býráðið ikki hevur bjóða lendið út alment og til hægst bjóðandi. Tað er jú skattaborgarans pengar teir umsita.
Er tað ikki eisini í stríð við kappingarlógina, nú, eftir at handilin er framdur, at fara at broyta byggisamtyktina frá A1 til A3.
Í øllum førum vil hendan broytingin geva byggiharranum nógv størri møguleikar, og kundi tað ikki hugsast, at aðrir entreprenørar høvdu verði stórliga áhugaðir í økinum, eftir eina broytta byggisamtykt - hvat sigur kappingarlógin ???
Við heilsan
(ca. 80 undirskriftir)