Seinnapartin hósdagin greiddi aðalstjórin fyri fiskivinnunevndina hjá ES frá, hvussu ES hugsar sær at loysa nøkur av vandamálunum í fiskivinnuni.
Hetta gjørdi hann fyri fundarluttakarunum á stóru umhvørvis- og fiskivinnustevnuni, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum.
Steffen Smidt, sum er dani, heldur, at ein týðandi partur av framtíðar fiskivinnupolitikkinum hjá ES skal verða at minka um fiskiflotan, tí veiðiorkan er alt ov stór.
? Vit skulu minka um íløgustuðulin til nýggj skip og heldur geva stuðul til upphøgging. Vit skulu eisin hjálpa fiskimonnum at fáa arbeiði í aðrari vinnu, har umstøðurnar eru tryggari og framtíðarvánirnar betri, sigur Steffen Smidt.
Hann heldur, at fiskivinnutjóðirnar skulu gera sær greitt, at tað í framtíðini verða færri fiskiskip og færri arbeiðspláss í fiskivinnuni.
Minkingin av fiskiorkan er ein táttur í at skapa eina burðardygga fiskivinnu í ES.
Út við útblaking
Steffen Smidt greiddi frá, hvørjir stór mál eru at loysa í fiskivinnupolitikkinum hjá ES.
Hann tosaði nógv um útblaking, sum er vorðið ein umfatandi trupulleiki í ES. Tað tykist verða ógjørligt at sleppa av við trupulleikan, men ES skal gera eina roynd at fáa bilbukt við trupulleikanum, heldur hann.
? Vit hava brúk fyri øllum góðum ráðum og vitan, sum granskingin kann geva okkum, og tað er eisini umráðandi, at vit samstarva um fiskivinnupolitikkin, sigur Steffen Smidt.
? Vit koma ongan veg, um vit hvør í sínum lagi royna at loysa trupulleikarnar í fiskivinnuni. Vit skulu samstarva og verða opin mótvegis hvørjum øðrum.
Steffen Smidt heldur, at tað er umráðandi at finna eina hóskandi balansu millum stóru ídnaðarligu fiskivinnuna og tey smáu fiskivinnusamfeløgini.