Longsta orðið í týska málinum dettur nú burtur, orsakað av eini nýggjari ES-lóg, sum verður sett í gildi í næstum. Tað veit týska RTL-sjónvarpsrásin at siga.
Rindfleischetikettierungsüberwachungsaufgabenübertragungsgesetz, sum telur samfullar 63 bókstavir, er heitið á eini økislóg um eftirlit við merking av neytakjøti.
Lógin, sum annars er best kend við styttingini RkReÜAÜG, dettur burtur, nú nýggj ES-lóggáva leggur upp til harmonisering á økinum.
Tey, sum líða av hippopotomonstrosesquipedaliofobi, sum er ræðslan fyri longum orðum, eiga tó at halda seg burtur frá týskum, tí framvegis finst har orðið Donaudampfschifffahrtsgesellschaftskapitänswitwe.