ES fer at hjálpa til við at umvæla Druzhba-leiðingina.
Tað upplýsir forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, í tíðindaskrivi.
ES roynir nú at loysa vikulanga stongsilin, sum Ungarn og Slovakia hava sett í verk móti Ukraina.
Ungarn og Slovakia forða fyri bæði 20. revsitiltøkupakkanum móti Russlandi og einum láni uppá 90 milliardir evrur til Ukraina.
Londini bæði grundgeva fyri stongslinum við at siga, at Ukraina ikki hevur umvælt Druzhba-leiðingina, soleiðis at Ungarn og Slovakia enn einaferð kunnu taka ímóti olju úr Russlandi.
Nú traðkar ES inn fyri at royna at fáa leiðingina umvælda skjótast gjørligt.
– ES hevur bjóðað tøkniliga hjálp og fígging. Ukrainska síðan hevur fingið og tikið undir við hesum tilboði.
– Evropeiskir serfrøðingar eru tøkir beinanvegin, stendur í tíðindaskrivinum.
Stongsulin hjá Ungarn og Slovakia hevur elvt til djúpa frustratión í Brússel seinastu vikurnar.
Ukraina hevur harðliga brúk fyri pengum frá apríl. Freistin fyri útgjalding nærkast nú skjótt.
Ungarn og Slovakia góvu sjálvi grønt ljós til lánið uppá 90 milliardir evrur til Ukraina á ES-toppfundinum í desember.
Hetta var við teirri treyt, at londini bæði - saman við Kekkia - ikki fóru at gjalda lánið, um Ukraina ikki kundi rinda.
Tað fellur nú aftur til hini 24 ES-londini - íroknað Danmark - at rinda lánið aftur, um Ukraina ikki kann.
Tey bæði eysturevropeisku ES-londini hava vart seg við at siga, at tey ikki hava strandalinju og tí eru bundin av russiskari olju gjøgnum rørleiðingina, sum hevur fingið skaða av illgruna um russisk álop.
– Okkara fremsta mál er at tryggja orkuveitingartrygdina hjá øllum evropeiskum borgarum.
– Í hesum sambandi fara forsetin í ES-nevndini og forsetin í ES-ráðnum framhaldandi at arbeiða saman við avvarðandi pørtum um alternativar leiðir til flutning av ikki-russiskari ráolju til londini í Mið- og Eysturevropa, stendur í tíðindaskrivinum.
Her er tó ikki dult, at ES afturfyri væntar stuðul til nýggj revsitiltøk móti Russlandi og lívsneyðuga lánið til Ukraina.
– Hetta er eisini eitt neyðugt stig fyri at taka upp aftur samrøður um hart tiltrongda fíggjarliga stuðulin til Ukraina og 20. revsipakkan undan ES-ráðsfundinum, stendur í tíðindaskrivinum.
Seinasti setningurin kundi bent á, at vón er um, at Ungarn og Slovakia fara at geva grønt ljós til revsitiltøkini og lánið til Ukraina á ES-toppfundinum í Brússel hesa vikuna.
/Ritzau/











