ES-forsetin: - Vit hava eina Ukraina-avtalu

- Eg eri takksamur mótvegis øllum leiðarunum í ES. Hetta er ein munandi stuðul, sum veruliga styrkir okkara mótstøðuføri. Saman verja vit kontinentið, sigur Volodymyr Zelenskyj

Í nátt samdist ein ES-toppfundur um eina Ukraina-avtalu, sum veitir krígsherjaða landinum eina lánsavtalu á 90 milliardir evrur.

 

- Vit hava eina avtalu. Avgerðin um at stuðla Ukraina við 90 milliardum evrum í 2026/2027 er góðkend, skrivar ES-forserin, Antonio Costa, á X, fyrrverandi Twitter, í nátt.

 

Stutt eftir kunngeringina, segði týski kanslarin, Friedrich Merz, at lánsavtalan er eitt greitt tekin til russiska forsetan, Vladimir Putin.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fegnast um semjuna á ES-toppfundinum og takkar londunum fyri avtaluna.

 

- Eg eri takksamur mótvegis øllum leiðarunum í ES. Hetta er ein munandi stuðul, sum veruliga styrkir okkara mótstøðuføri, skrivar forsetin á X.

 

Hann leggur dent á, at tað framvegis er týdningarmikið, at russiskar ognir vera verandi "frystar", og at Ukraina fær búskaparliga trygd tey komandi árini.

 

- Saman verja vit kontinentið, skrivar Volodymyr Zelenskyj á X.

 

Tv2.no veit í morgun at siga, at tvær loysnir vórðu umrøddar á ES-toppfundinum - antin at brúka frystar russiskar ognir í evropeiskum bankum - ella at veita Ukraina eitt felags ES-lán.

 

Belgia var ímóti at taka av frystum russiskum ognum, og tað er í Belgia, at stórur partur av russisku pengunum eru. Belgia stúrir nevniliga fyri russiskari hevnd, um pengarnir verða tiknir.

 

Hin møguleikin - eitt felags ES-lán til Ukraina - gjørdist bjargingin hjá Ukraina.

 

Meira um hetta kann lesast á - https://www.tv2.no/nyheter/eu-president-vi-har-en-ukraina-avtale/18398574/