Í gjár legði ES-nevndin fram eina 1.000 síður drúgva frágreiðing um orkupolitikkin í samveldinum og uppskotum um, hvat er rættast at gera frameftir. Tann reyði tráðurin í frágreiðingini og uppskotunum er, at londini mugu avmarka orkunýtsluna og økja sína orkuframleiðslu fyri at avmarka tørvin á at keypa orku aðrastaðni.
Harumframt mælir nevndin limalondunum til at styrkja innanhýsis gassmarknaðin við tí endamáli at hjálpa teimum londunum, sum bara hava gass úr Russlandi at dúva uppá. Í løtuni eru tað seks ES-lond, sum bara hava Russland sum gassveitara, men við at leggja nýggjar leiðingar kunnu londini fáa gass úr eitt nú Noregi og Algeria.
Men ES-nevndin leggur eisini stóran dent á at útbyggja kjarnorkuna. Nevndin skrivar í frágreiðingini, at kjarnorka er ein av teimum burðardyggastu orkukeldunum og verður ikki ávirkað av prísbroytingum á ráevnum. Tað ber í sær, at ein útbygging á hesum økinum kann verja ES ímóti skiftandi rávøruprísum, skrivar nevndin.
Vilja hava kjarnorku
ES-nevndin sigur, at undirtøkan fyri kjarnorku er veksandi í ES-londunum. Nevndin hevur leingi hildið uppá, at kjarnorka fer at hava ein týðandi lut í orkuveitingini í ES-økinum í framtíðini, men hon ger vart við, at tey einstøku limalondini skulu velja, hvørja orku tey vilja hava.
Orkupolitikkurin fyllir altsamt meiri á altjóða politiska pallinum, og orka er eisini eitt av høvuðsevnunum á toppfundinum millum ES og Russland í hesum døgum. Russland er í løtuni tað landið, sum letur ES mest gass, og ES-nevndin sigur, at russiska gassveitingin fer at veksa líka til 2020, um ES ikki tekur stig til at avmarka tørvin á at keypa gass úr Russlandi.
Formaðurin í bES-nevndini, José Manuel Barroso, segði í gjár, at ES hevur sett sær sum mál at fáa altjóða samfelagið at taka undir við einari umhvørvissemju á ráðstevnuni, sum verður í Keypmannahavn næsta heyst. Hann legði afturat, at tað slepst ikki undan at tosa um umhvørvi, tá tað snýr seg um orku og øvugt.