ES stingur nú út í kortið hvussu tey vilja fara fram í samráðingunum um bretsku úrtøkuna úr felagsskapinum.
Donald Tusk, forsetin í evroparáðnum, sigur, at ES vil fyrst og fremst tryggja sær, at ES borgarar, ið búleikast í Bretlandi, fáa tey neyðugu rættindir tryggjaði. Eisini vil ES tryggja sær, at Bretland fer at yvirhalda sínar fíggjarligu skyldur sum ES limaland, inntil landið fer úr ES. Til seinast til ES eisini tryggja sær, at eitt landamark ikki verða sett ímillum Norðurírland og Írland. Hetta tí at Norðurírland hoyrir til Bretland, og tískil fer úr ES, meðan Írland verður verandi í felagsskapinum.
Bretland hevur bundið seg til eina evropiska fíggjarætlan, ið sigur, at tey skulu av við 60 milliardir evrur, um tey skulu virða tað, ið tey hava bundið seg til. ES vil eisini hava trygd fyri hesum peningi, áðrenn felagsskapurin er sinnaður at taka upp samráðingar um til dømis eina handilsavtalu.
Bretland hevur gjørt klárt, teir teirra hægsta raðfesting, er ein handilsavtala við ES og er ikki sinnað at útseta tað.
Samráðingarnar millum partarnar fara fram eftir valið í Bretlandi, ið skal verða 8. juni.