Esbern Poulsen 75 ár

Í dag 6. februar 2025 fyllir ein væl­kendur havnarmaður Es­bern Poulsen 75 ár.

 

Esbern er føddur á Skarv­a­nesi, men hann hev­ur búð ein part av sínum barn­a­døg­um við Ljósá, har páp­a­beigg­in var bóndi og pápi hans­ari búi og starvaðist.

Mamma hansara var Frida  Jo­en­sen og gift­ist Poul­sen. Hon var fødd á Skarv­a­nesi, 17/5 -1918, og hon var dótt­ir Es­bern Jo­en­sen og Jo­hannu Hansen. Abbin Es­bern var úr Kárastovu og omm­an var úr Rununi í Dali. 

Abb­in var sonur Sámal Jo­en­sen úr Kárastovu á Skarv­a­nesi. Sámal navnið er ikki frá fremm­and­um. Bønd­ur­nir á Nið­ara Mið­gerði hitu aðru­hvørja ferð Sám­al og Óli. Esbern er eis­ini slektaður av Ovara Mið­gerði, har bóndanavnið var Ják­up.

Tá Esbern var hálv­vaks­in - um 10 ára gamal -  flutti hann saman við for­eldr­u­num til Havnar, gekk í skúla og tók sínar útbúgvingar har, til bak­ara og kon­ditt­ara í Tor­fins­­gøtu, men lærdi til kokk í Klaksvík. Hann var eisini eina tíð í Keyp­mann­a­havn og lærdi til kondittara. Eitt skeið var hann eisini á há­skúla í Danmark.

Esbern hevði hug til sjógv­in og fekk starv sum hov­meist­ari við fleiri farm­a­skip­um, longst var hann sum hov­meist­ari við fisk­i­ran­n­sókn­ar­skip­i­num Magn­usi Heinasyni.

Esbern hevur verið sjó­mað­ur alt sítt liv. Tað mesta av lívi­num sum kokkur og hov­meist­ari. Tað er hug­vekj­andi og áhugavert at sita og lurta eftir, tá Esbern greið­ir frá, tí tað eru ikki tey lond, hann ikki hevur verið í. Hann hevur stutt sagt sæð tað mesta av Heiminum. Sum tann gløggi eygleiðarin fær hann alt við og kann end­ur­geva sinar søgur við sín­um egna stuttliga spei­s­emi.

Nú á sínum eldri árum finn­ur Es­bern frægd í at gleða fólk, hann kennir, við at baka teim­um boll­ar, rug­breyð og ikki minst til føð­ing­ar­dag­ar eina sera vakra og væl­smakk­andi kransa­kaku, tí Esbern dámar væl at gleða onnur. Handalagið hev­ur hann, sum oman fyri sagt, ikki frá fremmandum. 

Esbern er glaður fyri síni børn, men kemur ongantíð yv­ir tað at missa sonin Eyð­finn, men tess meira brúkar hann alla ta tíð, hann hevur, upp­á abba­børn­ini, sum hann elsk­ar yvir alt á jørð.

Tá Marna og eg fluttu til Havn­ar fyri nøkrum ár­um síð­ani, komu vit at búgva á Blank­a­gøtu beint yv­ir­av har, Esbern sjálvur hev­ur bygt síni egnu hús. Norð­asta Horn er tann bygdin í Før­oy­um, sum menn meta um, ligg­ur hægst, men sjálvt á hes­ari hæddini fær Esbern bæði epl­ir og ikki minst maj­røt­ur at veksa og trívast har av tí allarbesta.

Vit komu at kennast sum grann­ar og ikki minst tí, at vit høvdu somu politisku á­skoð­an, at Før­oy­a­land skuldi ráða sær sjálvum, og hetta fer kanska at henda nú, eft­ir­sum bløðini skriva.  Hvønn sunn­u­morgin og aðr­ar tíðir við ger Esbern seg klár­an og fer á møti hjá Brøðr­a­sam­kom­uni, har hann hoyr­ir til og er teim­um ein trúgvur tænari.

Í dag sjálvan føð­ing­ar­dagi­n verður hann lagdur inn á Lands­sjúkr­a­hús­ið til skurð­við­gerð­ar. Okur fara at biðja Harr­an vera við hon­um, og at alt má gang­ast hon­um væl við skurð­við­gerð­ini.

 

Hjartaliga til lukku

Jákup Olsen