Ann Danielsen, lækni, sigur »manglandi virðing fyri fráfarandi forkvinnuni«, Anne Mette Greve Klementsen (myndin) vera orsøk til, at hon nú hevur sagt nei takk at halda fram sum limur í Etiska ráðnum.

Etiska ráðið: Limur leggur frá sær sum mótmæli

Ein limur í Etiska ráðnum hevur nú lagt frá sær av »manglandi virðing fyri fráfarandi forkvinnuni«, sum viðkomandi orðar seg.

Ann Danielsen, lækni, sigur »manglandi virðing fyri fráfarandi forkvinnuni«, Anne Mette Greve Klementsen (myndin) vera orsøk til, at hon nú hevur sagt nei takk at halda fram sum limur í Etiska ráðnum.

Orrustan um Etiska ráðið heldur fram. Fríggjadagin varð kunngjørt, at Kaj Leo Holm Johannesen hevði valt seks nýggjar limir í Etiska ráðið. Stutt eftir komu atfinningar, eitt nú at Kaj Leo Holm Johannesen hevði skift forkvinnuna út, hóast hon bara hevði sitið í ráðnum í tvey ár – og hevði fingið at vita frá Heilsumálaráðnum, at hon varð vald fyri fýra ár.

Kaj Leo Holm Johannesen segði í Degi og Viku, at hann var noyddur at skifta forkvinnuna út, tí eingin hevði skotið hana upp sum lim. Hann segði, at hann fylgdi lógini, og at hann hevði valt at velja fólk, sum vórðu innstillað.

– Og navn hennara varð ikki nevnt millum tilmælini, segði hann sum orsøk til, at hann ikki hevði valt Anne Mette Greve Klementsen aftur sum forkvinnu.

Tað vísti seg tó, at landsstýrismaðurin onga innstilling eigur at fáa til forkvinnu. Hann skal sjálvur velja formann ella forkvinnu umframt ein lim afturat. Tað eru hinar sjey limirnar, hann eigur at velja eftir innstilling frá øðrum.

Tað síðsta í málinum er, at nú hevur Ann Danielsen, sum er serlækni í kvinnuskjúkum, boðað frá, at hon ikki tekur við sum limur í Etiska ráðnum. Tað sæst í innliti, sum in.fo hevur fingið frá Heilsumálaráðnum.

Ann Danielsen er ein av teimum trimum limunum, sum landsstýrismaðurin hevur afturvalt í ráðið. Hon skrivar soleiðis í telduposti til Heilsumálaráðið í gjár:

– Takk fyri álitið, men boðast skal frá, at eg takki nei til at halda fram.

– Tað skal undirstrikast, at avgerðin ikki hevur nakað við nýggju limirnar at gera. Eg havi frammanundan umhugsað, hvørt eg skuldi játta eina møguliga áheitan um at halda fram, men tað at eg ikki sjálv eri spurd, um eg ynski at halda fram, og manglandi viðringin fyri fráfarandi forkvinnuni, hevur gjørt, at eg takki nei, skrivar Ann Danielsen.