Brandur í Dali, valevni hjá Tjóðveldi til býraðsval í Havn
----
Vit eru anno 2012 undirdýkt við reglugerðum og EU direktivum, har sjálvt tann gløggasti løgfrøðingurin, ikki dugir at siga hvat vendur niður og hvat vendur upp.
Bóndir noyðast at burturbeina neyt, sum eru slaktaði á ikki EU góðkendum sláturhúsið. Seyðaskinn í hópatalið vera burtureind, og fiskivinnan hevur nú á døgum meira løgfrøðingar, enn skiparar á lønarlistanum.
Tað ber snøgt sagt ikki til at ein skankapávi í Brussel, skal avgera hvat vit borðreiða við á matstovum, og heima við hús her í Havnini. Eg fyri mína søk, havi so í øllum førum betri álit á einum føroyskum bónda, enn á einum sláturvirkið í Ukraina. So kann sláturvirkið vera so EU góðkent sum tað vera vil.
Hetta kann sjálvsagt ikki halda áfram. Eg eri fullgreiður, um at hetta sum so ikki hevur nakað við býráðsarbeiði at gera. Men hetta er nakað sum ávirkar nógvar havnaborgarar og tí má kommunan royna at gera sína ávirkan galdandi á rætta stað. Býráðið má tí nýta orku at trýsta á røttu knøttanir, so hetta mál kann fáast á beina kós aftur.
Trupuleikin kann helst rímiliga lætt loysast, um vit fáa Heilsufrøðisligu Starvstovuna, til at vera vegleiðarar heldur enn rættleiðarar hjá brúkaranum. Tað skal sjálvsagt ikki valda anarki á hesum økið, men tað má vera gjørligt at gera reglar so smidligar, at ein ikki skal hava løgrøðing við tá ein skal á fjall ella til útróðrar.
Sølutorgið í Vágsbotni skal sum upprunaliga ætlað, gerast miðdepil fyri marknaði av føroyskum fiski, kjøti, avroðum og grønmetið. Føroyski bóndin má sleppa at selja til sínar føstu kundar og útróðrarmaðurin má sleppa av við veiðuna á sama hátt sum gjørt hevur verið í øldir.
Hví skulu vit vera noydd at keypa vøru úr EU, sum er sprøjta við líkum og ólíkum, tá vit eins væl kunna eta kjøt, sum sum hevur uppruna í føroyskum haga, ella vistfrøðislig ódálkaði føroysk epli velt í føroyskari mold.
Hetta kann tó bara gerast um vit steðga EU pappírsveldinum at fáa fastatøkur á føroyska heimamarknaðinum. Hetta er nakað sum eg vil arbeiða miðvíst fyri, um eg sleppi inn um býráðsgátt.