Kvinnuliðið hjá H71 fekk eitt hitasjokk í 40 hitastigum á Sisilia fyrradagin, tá tær spældu fyrra dystin í Europa Cup kappingini móti Erice.
Fríggjadagin taptu hoyvíkskvinnur greitt 17-27 (7-12) fyri Erice, og tí fór tað at vera torført hjá teimum at vinna seg víðari í kappingini.
Men í dag lá munandi betur fyri hjá H71. H71 vann seinna dystin 34-32. Í steðginum var H71 á odda 16-14.
Eitt skiftið í seinna hálvleiki var H71 á odda 23-16, men nærri komu hoyvíkskvinnur ikki samlaðu leiðsluni hjá Erice.
Tað merkir, at Erice vinnur seg víðari við einum samlaðum 59-51 sigri. Hoyvíkskvinnur kunnu tó ferðast heim við uppreistari pannu aftaná gott avrik og sigur í tí seinna dystinum.
H71-Erice 34-32 (16-14) - seinni dystur í Europa Cup. Erice vinnur samlað 59-51
H71: Lukka Arge 10, Elsa Egholm 6, Sára Jacobsen 5, Christina Arge 5, Anna Elisabeth H. Weyhe 3, Inga Maria Joensen 3, Karin Egholm 2.