Klokkan 17 fara hondbóltsáhugaðir føroyingar niðan í høllina á Hálsi at stuðla Neistanum í fyrru uppgerðini móti ísraelska liðnum, MK Holon í fyrsta umfarinum í Europa Cup.
Dysturin í dag er tekniskt heimadystur hjá MK Holon. Seinnapartin í morgin klokkan 17 spæla liðini seinna dystin, ið er heimadysturin hjá Neistanum.
Tvær altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, og tær hava báðar Neistan sum favoritt til at vinna á MK Holon.
HER eru oddsini:
##med2##