Klaksvíkingar eru í góðum fótbóltshýri í hesi vikuni. Eitt er, at tað sunnudagin eydnaðist at vinna og harvið at koma sær uppíaftur kappingina um heiðursmerkini og harvið rættin til altjóða fótbólt. Og eitt annað er, at tað altíð smakkar serliga væl hjá teimum, tá teir vinna á HB. Klassisku uppgerðirnar hava altíð havt serligan dám, og tað er eingin loyna, at teir bæði í KÍ og í HB ganga sera høgt uppí, hvør hevur vunnið flest FM heiti. Klaksvíkingar eru framvegis bestir í tí kappingini ? teir hava verið meistarar seytjan ferðir ? men HB er bara tvey meistaraheiti aftanfyri.
Í KÍ leikskránni sunnudagin mintust teir aftur á minnisríka dystin í 1971, tá HB vann 2?1 í Klaksvík og vann FM, eftir at KÍ hevði verið meistari fimm ár á rað. Og 3. september í 1972 eigur at vera góður sum evni í onkrari framtíðar leikskrá. Tá var KÍ í Havnini, dysturin endaði 1?1, og klaksvíkingar vunnu FM.
Nýggi KÍ formaðurin, Gestur Hovgaard, var ikki í Klaksvík sunnudagin. Hann er í arbeiðsørindum í Noregi:
? Tað gekk akkurát at hoyra Útvarp Føroya. Eg fylgdi við, og tað var kanska eins spennandi, sum tað var hjá teimum kring vøllin. Eg havi skilt, at tað vóru umleið eitt túsund áskoðarar, sum rindaðu atgongumerki, og tað er væl meiri, enn tað hava verið til hinar heimadystirnar í ár. Tá hevur talið fleiri ferðir verið umleið fimm hundrað og onkra ferðina kanska eitt sindur meiri enn tað. Eg havi lisið Sosialin á internetinum her yviri, og tað er rætt, sum tit staðfesta, at um okkara megna at ríða á aldukambinum, so er lagt upp til nakrar heimadystir, sum kunnu geva góðar inntøkur, sigur Gestur Hovgaard og sipar harvið til, at KÍ eigur heimadystir eftir ímóti eysturoyar feløgunum B68, GÍ og NSÍ, sum skal til Klaksvíkar í síðsta umfarinum.
Altjóða virksemi
Kvinnurnar fóru í vikuskiftinum undir endaspælið. KÍ, sum so rudduliga vann grundspælið, legði bragdliga fyri. Tær sendu B36, sum hevur verið mett at vera argasti kappingarneytin, aftur til Havnar við 4?1 tapi.
KÍ kvinnurnar vóru meistarar í fjør, og tá Sosialurin fyri stuttum skrivaði um Europa Cup luttøkuna, varð sagt, at KÍ kvinnurnar skuldu spæla í Europa Cup kapping í Kekkia. Men nú hevur Sparta Prag boðað frá, at felagið ikki heldur seg til at skipa fyri kappingini. Tí varð neyðugt at finna nýggjar vertir, og eftir samráðingar millum feløgini endaði tað við, at KÍ skal spæla í fýra liðs kapping í Luleå. Svenski býurin er heilt norðarlaga í Botnisku víkini, og kappingin verður í døgunum 25. til 29. september.
Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot hjá KÍ at staðið fyri einari sovornari kapping?
? Avgjørt, og vit vendu eisini møguleikanum, tá tað var greitt, at kekkiska felagið ikki stóð við tað, sum tað frammanundan lutakastinum hevði boðað frá, at tað skuldi gera. Men vit staðfestu skjótt, at skotbráðið var ov stutt til tað arbeiðið, sum skal gerast, áðrenn tað yvirhøvur kann koma uppá tal hjá KÍ at vera vertur, sigur Gestur Hovgaard.
Hvat hugsar tú um?
? Fyrst og fremst vallarumstøðurnar. Um KÍ skal vera vertur í altjóða kapping, har fleiri feløg taka lut, so hevði tað ikki verið rímuligt, at dystirnir vórðu spældir aðra staðni enn í Klaksvík. Tí mugu vit kanna, um tað hevði borið til, at graslíkisvøllurin hjá okkum kann góðkennast til eina sovorna kapping. Um KÍ kvinnurnar aftur í ár fara at vinna sær rættin at taka lut í Europa Cup, og um tær verða sinnaðar at taka lut í kappingini, so fara vit at kanna tann spurningin. Og um vit fáa eitt positivt svar frá UEFA, so fara vit heilt víst at viðgera spurningin um at bjóða okkum fram sum vertir, sigur Gestur Hovgaard.
Ymiskar umstøður
Umframt at KÍ kvinnurnar síðst í september skulu taka lut í bólkaumfari í Europa Cup, so skulu KÍ menninir eisini taka lut í Europa Cup. Teir fingu atgongumerki ólavsøkudag í fjør, tá teir taptu steypafinaluna. B36 vann, men teir vunnu eisini FM, og harvið lá leiðin opin hjá klaksvíkingum út í Europa.
Fyrri dysturin verður á heimavøllli hósdagin í komandi viku, og fjúrtan dagar seinni verður spælt í ungverksa høvuðsstaðnum, har KÍ í 1997 legði rygg til 6?0 tap ímóti Újpesti, sum teir aftur hesa ferð skulu spæla ímóti. Heimadysturin fer ikki at órógva landskappingina, tí tað verður ikki spælt í landskappingini annað vikuskifti.
Sambært fótbóltsskipanini verður dysturin hjá KÍ í fjúrtanda leikumfarinum fluttur ein dag. Tað vil siga, at í staðin fyri at fara til Eiðis at spæla ímóti EB/Streymi sunnudagin 1. september skulu klaksvíkingar til Eiðis mánakvøldið 2. september.
Tað er munur á umstøðunum, sum menninir hava at spæla í Europa Cup og so umstøðunum hjá kvinnunum. Javnrættindunum er tað so sum so við í UEFA. Mannfólkaliðini fáa pengar fyri at taka lut í Europa Cup, meðan feløgini sjálvi skulu rinda allar útreiðslurnar og einki endurgjald fáa frá europeiska samtakinum, tá talan er um europeiskan kvinnufótbólt.
?KÍ kvinnurnar syrgja við tiltøkum fyri fíggingini, og eg kann ikki siga annað, enn at tær hava verið og eru framúr ídnar at brúka tíð og orku uppá inntøku skapandi tiltøk, samstundis sum tær hava yvirskot til tað fótbóltsliga, sum bæði er at fyrireika seg til Europa Cup luttøkuna í Svøríki og til síðstu umførini í landskappingini, heldur Gestur Hovgaard.
KÍ ari um ein háls
KÍ formaðurin verður aftur í Føroyum í so mikið góðari tíð, at tað fer at bera honum til at vera á Sevmýri, tá felagið, sum hann nú er formaður í, skal spæla ímóti liðnum, sum tað var nátúrligt hjá einum dreingi í Fámjin at halda við og spæla við, áðrenn hann fór burtur í lestrarørindum.
? TB hevur altíð verið mítt lið, og bondini suðureftir eru framvegis tøtt. Børnini eru har suðuri í summarfrí hjá ommuni. Vit fara øll á Sevmýri sunnudagin, og tá fer pápin sjálvandi at halda við sama liðnum sum børnini. Alt annað enn at formaðurin í KÍ heldur við KÍ hevði verið burturvið, eru síðstu orðini úr Bergen.