Veðrið er framúr gott í Sørvági, har tað er countryfestivalur. Í dag løgdu teir fyri við fótbóltsdystinum millum 07 Vestur og Víking, og tað var vorðið sum undirhald. 07 Vestur vann 3-2, og heimasigurin ber við sær, at tað nú eru tvey stig frá Víkingi og aftur til 07 Vestur, sum eigur ólavsøkudystin ímóti EB/Streyki á.
Málið hjá vágamonnum er at røkka fjórða plássið og vinna atgongumerki at vera við í Europa á sumri í 2024, og nú sær tað heilt gott út.
Tað hevur verið málturkur hjá Sølva Vatnhamar, men í dag glapp hjá veteraninum. Eftir sending úr høgru frá Géza Dávid Turi setti Sølvi hol á, og tað kendist sum um, at víkingarnir høvdu tak á spælinum, men síðstu løtuna undan steðginum koppaði tað heilt á høvdið.
Eftir lítlari løtu umsetti Magnus Holm Jacobsen tvey brotsspørk til mál, og so var 07 Vestur frammanfyri 2-1, tá ið teir fóru at hvíla seg. Í báðum førum bríkslaði dómarin fyri brotssparki, tá ið bólturin hevði rakt ein av teimum ljósabláu í hondina.
Tá ið ein tími var farin, javnaði Finnur Justinussen, sum var komin á vøllin beinanvegin eftir steðgin til 2-2. Aftur hesaferð var Sølvi Vatnhamar sentralur, tí hann átti uppleggið til málið.
3-2 sigursmálið skoraði Oddur í Haraldstovu Petersen, tá ið tað restaðu smáir 20 minuttir. Víkingarnir staðfesta, at hetta var ikki dagurin, tá ið teir vóru serliga sannførandi í verjupartinum. Teir gjørdu tvey brotsspørk, og tá ið 07 Vestur skoraði sigursmálið var tað sera lítið sannførandi verjuspæl.
07 Vestur vísti framúr hugburð, og tað kennist, at spælararnir eru svangir, og at teir hóma møguleikan at røkka tí, sum teir ongantíð áður hava megnað. Og so er tað kapping um plássini á liðnum, meðan tað av álvara haltar hjá víkingunum, sum eru darvaðir av skaðum, og sum ikki eru betri mannaðir enn so, at tað av álvara kennist, tá ið onkrir av lyklaspælarunum ikki eru tøkir.