European Open: Føroyar vunnu stórsigur á Finnlandi

Føroyska U19-manslandsliðið hevur lagt út við tveimum sigrum í European Open

Mynd: HSF

Føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti hevur fingið eina góða byrjan upp á European Open kappingina í Partille í Göteborg.

 

Fyrr í dag vunnu Føroyar 24-22 (14-10) á Niðurlondum, og seinnapartin vunnu Føroyar stórsigur 26-16 á Finnlandi.

 

Finnar megnaðu at fylgja við ta fyrstu løtuna, men seinastu løtuna av seinna fyrra hálvleiki drógu okkara frá finnum, og í steðginum vóru Føroyar frammanfyri 14-9. Í innleiðandi umfarinum eru dystirnir tvær ferðir 20 minuttir.

 

Í morgin fyrrapartin klokkan hálvgum tíggju verður Svøríki mótstøðuliðið.

 

Føroyar-Finnland 26-16 (14-9)

 

Málskjúttar: Lýðar í Dímun 6, Jákup Egholm 5, Filip Haldansen 5, Jógvan Andreas Lamhauge 3, Magnus Árason 3, Helgi Jacob Halldórsson 1, Brandur M. Hansen 1, Haraldur Karlsson 1, Erling Erlendsson 1.

 

Mynd: HSF