Tá ið prátið um The Atlantic Giant 98 var í hæddini, var eisini nógv tosað um, at sjónvarpsupptøkurnar frá kappingini skuldu seljast til útlendskar sjónvarpsrásir. Hetta arbeiði er farið í gongd nú, og tað er longu greitt, at Eurosport fer at vísa frá kappingini, tá ið komið er út í seinnu hálvu av september mánaða.
At hetta kann hava stórt søluvirði fyri Føroyar og føroyingar er einki dulsmál, og haraftrat er tað eisini (næstan) altíð stuttligt at síggja sendingar úr Føroyum á einari stórari altjóðari sjónvarpsrás, sum til dømis Eurosport.
Fleiri hava áhuga
Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, sigur, at hóast Eurosport fer at senda frá kappingini, so eru tað fleiri aðrar sjónvarpsrásir, sum hava áhuga fyri at keypa sendingarnar frá kappingini.
Hesar rásirnar, sum fyri tað mesta eru nationalar rásir, eru av teirri fatan, at Eurosport ikki er ein kappingarneyti hjá teimum, og tí europeiska rásin røkkur langt frá til allan hyggjaraskaran hjá teimum.
Tískil kann væl hugsast, at sendingin fer at verða víst í eitt nú svenskum, finskum og amerikanskum sjónvarpi.
SVF vísir kappingina fyrst
Áðrenn nøkur útlendsk sjónvarpsrás fer at hava The Atlantic Giant 98 á skránni, fer kappingin at verða víst í Sjónvarpi Føroya.
Sjónvarpsstjórin sigur, at antin verður kappingin víst í tveimum ella trimum partum, sum verða sendir um miðjan september.
Verður kappingin send í tveimum partum, so verður tað sunnukvøldini 13. og 20. september.
Um kappingin verður send í trimum partum, so verður hon, umframt tey bæði áðurnevndu sunnukvøldini, eisini send mikukvøldið 16. september.
Tað er lítið at ivast í, at áhugin millum føroyingar fyri at síggja kappingina er ovurhonds stórur, tí at tey vóru nógv, sum ikki høvdu umstøður til at fara niðan í Gundadal ólavsøkuaftan, tá ið kappingin var.
Við á sjónvarpsstevnu í Cannes
Fyrst í oktober mánaða verður ein stór sjónvarpsstevna í Cannes, har sjónvarpsfeløg úr øllum heiminum selja sendingar til hvønn annan.
Á hesi stevnu fer Sjónvarp Føroya at verða við á einum norðurlendskum bási, og sambært stjóranum í Sjónvarpinum, so verða sendingarnar frá The Atlantic Giant 98 eitt av høvuðsnøvnunum hjá hesum bási.
Regin Vágadal fer eisini at verða við í Cannes, og mikukvøldið tann 7. oktober fer Sjónvarpið at hava eitt tiltak á eini matstovu í býnum við fronsku rivieraina, har millum annað Regin Vágadal fer at taka lut.
Tað er einki yvir at dylja, at sjónvarpsstjórin vónar, at tað fer at eydnast SVF at selja sendingarnar víða um á júst hesi stevnuni.
Arbeiða við tankanum um TAG 99
Fyrr í vikuni høvdu Sjónvarp Føroya og fyrireikararnir av kappingini The Atlantic Giant 98, Int. Promotions, ein fund, har tosað var um, hvat man skuldi gjørt øðrvísi, um farið var undir at skipa fyri The Atlantic Giant 99.
Sjónvarpsstjórin sigur, at tað, sum allir partar vóru samdir um, var, at ein møgulig kapping komandi ár skuldi skipast betur, soleiðis at áskoðararnir fingu sum mest burturúr.
Tá ið kappingin var á ólavsøku, var tað eyðsæð, at kappingin var ov drúgv, so at ein stórur partur av áskoðarunum fór avstað, langt áðrenn kappingin var komin at enda.
Tað er eisini greitt, at áskoðararnir á ovara vølli í Gundadali ólavsøkuaftan saknaðu at fáa upplýsingar um, hvussu teir einstøku sterku menninir kláraðu seg í teimum einstøku kappingunum.
Meðan kappingin var, segði frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen, so hvørt frá, hvussu risarnir stóðu seg, men hátalaraskipanin í Gundadali er so út av lagi vánalig, at hetta bert hoyrist í tí stóra skýlinum vestan fyri vøllin.
Ein loysn kundi verið, at man fekk eina ljóstalvu, har tey einstøku úrslitini vóru at síggja, so at áskoðararnir fingu fylgt við í kappingini. Sum tað var í ár, so fingu áskoðararnir illa fylgt við, tí tey vistu alt ov sjáldan, hvussu samlaða støðan sá út og so framvegis.
Hetta eru alt ting, sum fyrireikararnir hava í huga, nú teir tosa um at skipa fyri líknandi kapping komandi ár, og Tróndur Djurhuus sigur, at allir partar eru áhugaðir í eisini at hava The Atlantic Giant 99.
Niclas ger tónleikin
Í sambandi við, at sendingin verður seld til sjónvarpsstøðir uttanlanda, verður tónleikur eisini gjørdur til sendingina. Tað er Niclas Johannesen, sum millum annað hevur gjørt tónleikin til Skeyk, ið stendur fyri hesum arbeiði.