Eva úr Froðba er forkvinna í Hósvík

- Vit eru ógvuliga spent til norðoyastevnu, sigur forkvinnan í Hósvíkar Róðrarfelag, Eva Vilhelm.

 

Eva Vilhelm er forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelag. Hon er ættað úr Froðba, men býr í Hósvík. Í Hósvíkar Róðrarfelag hava tey eina barnamanning umborð á 5-mannafarinum, Falkinum. Tað eru dreingir sum rógva, men eingin barnamanning er við gentum í ár.

- Gentumanningin á 5-mannafarinum Falkinum eru ung. Her eru fleiri, sum enn hava aldur til barnaróður, meðan aðrar eru vorðnar ov gamlar. So, tað verður spennandi, hvussu tað fer at gangast hesi manning, nú hon fyrstu ferð luttekur í FM-kapping í ár.

Eva Vilhelm vísir á, at dreingjamanningin umborð á 5-mannafarinum Heyki kappaðist ímóti Royndini Fríðu úr Vági í fjør, og her var um reppið, at teir endaðu sum FM-vinnarar.

- Tað stóð á jøvnum í stigum millum bátarnar undan ólavsøkuni, sum soleiðis gjørdist avgerandi. Á ólavsøku eydnaðist tað akkurát ikki. Royndin Fríða fór fyrst um málstrikuna við einari knappari rong á muni. Men, okkara dreingir við Heyki fingu kortini eitt fantastiska gott kappingarár.

Formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag vísir á, at dreingjamanningin á Heyki ætlaði annars ikki at luttaka í FM-kappingini í fjør, tí teir vóru júst fluttir upp úr barnaróðrinum, har teir høvdu róð saman í nøkur ár.

- Men, teir fóru so á norðoyastevnu at royna seg - og vunnu róðurin. Hetta gav teimum blóð á tonna. Teir vóru so við alt kappingarárið og endaðu á einum flottum øðrum plássi, beint aftan fyri Royndina Fríðu.

Eva Vilhelm sigur, at dreingirnir umborð á Heyki eru júst teir somu sum í fjør, og tí verður ógvuliga spennandi at fylgja við, hvussu tað fer at gangast teimum.

Í ár hevur Hósvíkar Róðrarfelag eisini teknað tvær kvinnumanningar við til FM-róðurin.

- Onnur manningin rør við Falki og hin við Heyki. Í fjør høvdu vit onga kvinnumanning. Tær, sum rógva í ár, eru í flestu førum royndir rógvarar. 6-mannafarið Hósvíkingur er eisini tilmeldaður FM-kappingina í ár, men bátur fer ikki at rógva á norðoyastevnu.

Forkvinnan í Hósvíkar Róðrarfelag er væl nøgd við ta undirtøku, sum kappróðurin hevur í løtuni. - Jú, eg eri væl nøgd, og hetta er stuttligt. Fyri fáum árum síðan høvdu vit fyrst tríggjar ella fýra manningar, og nú hava vit fleiri. Vit eru ógvuliga spent til norðoyastevnu, sigur Eva Vilhelm. 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í gjár, er serblað um kappróður, og her verður skift orð við umboð fyri fleiri kappróðrarfeløg, umframt at her eru ymiskar aðrar samrøður og greinar, ið snúgva seg um kappróðurin, sum verður skotin í gongd á norðoyastevnu.