Evertonhópurin fullmannaður

Everton spæla í kvøld í UEFA Cup kappingini móti Brann úr Noregi. Fyrsti dysturin millum liðini endaði við 2-0 sigri til onglendingarnar

Mikel Arteta, Thomas Gravesen og Steven Pienaar eru allir klárir aftir, eftir smásnuddir. Hvørgin teirra var við í fyrsta dystinum, tá Everton vann í Bergen. Venjarin, David Moyes gleðist sum vera man yvir at hópurin er frískur og klárur til dyst. – Hetta er bert aðru ferð í ár, at eg havi havt fullan hóp at velja út frá, so tað er sjálvandi at gleðast yvir, sigur fryntligi skotski venjarin David Moyes. Everton eru í einari sera góðari støðu til at koma víðari í kappingini, men Moyes sigur seg vera varnan við at siga nakað, áðrenn dysturin er liðugur í kvøld. – Vit hava gamaní góðar vónir, men vit vita eisini alt ov væl, hvussu skjótt tað kann venda í fótbólti, sigur David Moyes at enda