Evnisvika á Venjingarskúlanum

Praktikantarnir á Sosialinum hava í vikuni vitjað á Venjingarskúlanum í Havn, har næmingarnir hava havt evnisviku, har teir millum annað hava viðgjørt so ymisk ting sum gomlu Havnina, indianarar og munin millum títt og mítt

Í síðstu viku hevði Venjingarskúlin evnisviku.

1. og 2. flokkur høvdu um ferðslu. Tey lærdu m.a. at ganga úti í ferðsluni og høvdu súkluroynd í fimleikarhølluni. Løgreglan var og vitjaði, og greiddi teimum frá, hvussu ein skal bera seg at úti í ferðsluni.

Eisini høvdu tey klipt úr pappíri ein bý við bilum, bussum og fólkum. Út frá tí varð greitt frá, hvørjari síðu av vegnum ein skal ganga á, og hvussu ein skal fylgja ferðsluljósinum.

3. og 4. flokkur høvdu um list, gomlu Havnina frá 1965, ferðslu og um frítíð.

Tey, sum høvdu um list, málaðu krukkur og kliptu út og málaðu myndir.

Tey, sum høvdu um gomlu Havnina, vístu munin millum fyrr og nú.

Tey, sum høvdu um ferðslu, gjørdu ein bý úr pappíri, har tey serliga hugsaðu um skiltini.

Tey, ið høvdu um frítíð, høvdu um frítíðarmøguleikarnar hjá børnum aftaná skúlatíð.

Evnið hjá 5. flokki kallaðist ?Mítt og títt?.

Tey høvdu um herverk. Tey vóru úti í býnum og leitaðu eftir herverki. Tey vóru millum annað úti í Tinganesi og hugdu at brotnum rútum. Tey vístu fram, hvørjum mest varð stolið av, úr handlum í SMS. Eisini høvdu tey vitjan av løgregluni.

Av tí at 6. flokkur skal spæla sjónleik á jólum, nýttu tey høvi til at byrja venjingina. Tey avgjørdu at spæla ein sangleik, av tí, at tað eru fleiri góðar røddir í flokkunum. Tey fingu eisini málað bakgrund til leikin.

7. og 8. flokkur høvdu um rúsdrekka, fjølmiðlar, Havnina fyrr og nú, ítrótt, dálking, útbúgvingar, heystmóta, handlar í SMS, Ólavsøkuna, viðalundina, tónleik, Tórshavn by night og ting, ið mangla í Havn.

Komið var millum annað fram til, at havnarfólk halda, at fleiri ting mangla í Havn.

Til dømis diskotek fyri tey, ið eru undir 18 ár, spælipláss, skoytibani, bowlinghøll, oftari Tivoli og heimahjálp til tey eldru.

Øll vóru samd um at, Býráðið ger ov lítið við hetta.

9. og 10. flokkur høvdu um mentan í Havn, útlendskan mat, Føroyar og um indiánar.

Tey gjørdu til dømis ymisk indiánsk amboð.

Hendan evnisvikan var tann fyrsta av í minsta lagi tveimum í ár.

Hon var sum heild væleydnað, og Venjingarskúlin sær fram til tað næstu.