ExNihilo – listaframsýning við Bruno Mikael Eysturstein í Gulu smiðju

Tíðindaskriv frá Gulu smiðju, Saltangará:

 

12.- 20. oktober

 

Gula smiðja, sum annars er ungdóms- og virkishús í Runavíkar kommunu, verður í heystfrítiðini á fyrsta sinni karmur um eina listaframsýning. Tað er listamaðurin Bruno Mikael Eysturstein, ið fer at seta sín dám á húsið, við serstakari samanrenning av ymiskari tøkni, undir yvirskriftini ”ExNihilo”.

 

Listamaðurin sigur, at framsýningin verður ein fjøltáttað uppliving, ið vil draga gestirnar inn í ein heim, sum er myndaður av náttúrunnar megi og persónligum íblástri. Kjarnin í framsýningini er ein stuttfilmur, eisini nevndur ExNihilo, ið vísir skapanina av einum málningi á føroysku strondini við fjøllum og havi í bakgrundini. Filmurin endar við, at málningurin verður lagdur í ein gjøgnumskygdan kassa. Síðani søkkur kassin niður á havsins botn sum eitt tekin um bæði endaligu avgerðina og umskapanina av skapanartilgongdini.

 

Umframt filmin, so fer framsýningin at sýna eina røð av stórum, svarthvítum málningum, og ymiskar installatiónir, alt innblást av teimum natúrligu kreftunum, sum hava givið verkinum lív. Gula smiðja hevur umstøður at skapa eitt myrkt, inniligt umhvørvi, har gestirnir kunnu kanna listina, sum eisini fer at hava ljóðlistaverk sum ein part. Gestirnir verða eggjaðir til at flyta seg frítt í rúminum, kanna málningarnar, sum hanga úr loftinum, og uppliva installatiónina á sín egna hátt.

 

Í sambandi við ferniseringina leygarkvøldið 12. oktober verður eisini ein serlig ”Run-konsert” við nýggjum føroyskum tónleiki; tað eru Óli á Grindafløtti, Kári Sverrisson og Sjúrður Djurhuus Tróndheim, sum koma at framføra egnan tónleik. ”Run-konsert” er eitt nýtt átak hjá Gulu smiðju, har ætlanin er, at dentur skal vera á at fáa lokalar tónleikarar at royna nýtt, kanska óliðugt tilfar í øðrvísi samanrenningum. Heitið ”Run” sipar til røring í sjónum, óró og kanska, at tú ikki grynnir allastaðni, sostatt hóskar tað helst rættiliga væl saman við temanum í listaframsýningini.

 

Framsýningin vendir sær til allar aldursbólkar, ung sum eldri, øll eru vælkomin. Har verður eisini høvi at ogna sær verk eftir Bruno Mikael Eysturstein. Eftir ferniseringina 12. oktober verður framsýningin opin hvønn dag kl. 16-20.

 

##med2##