Eyðgunn Samuelsen vil einki siga

Forkvinnan hjá tingbólki Javnaðarfloksins vil einki siga um, hvussu tey fara at grreiða atkvøðu, tá støða skal takast til skerjingarnar av fiskidøgunum í tinginum í dag. Katrin Dahl Jacobsen er burturstødd, men til 2. viðgerð mánadagin hevði hon gjørt eina ”clearings”-avtalu við Bjarna Djurholm um, at hann ikki skuldi atkvøða, soleiðis at tað ikki ávirkaði atkvøðubýtið, at hon er burturstødd.

Men henda avtala var bara galdandi til 2. viðgerð, hevur Bjarni Djurholm staðiliga gjørt greitt. Hann fer í dag at atkvøða í móti skerjingum av fiskidøgunum. Sostatt stendur á jøvnum 16-16, um ikki Eyðgunn Samuelsen og hennara fólk ikki finna upp á okkurt.

Spurd um, hvussu tey fara at greiða støðuna í samband við atkvøðugreiðsluna, sigur forkvinnan í tingbólki Javnaðarfloksins, at hon hevur onga ítøkiliga viðmerking til tað. Eins og í gjár sigur hon, at tey fara loysa málið, men hon vil ikki siga hvussu.

- Tað verður nokk sum við 2. viðgerð, er tað einasta, hon vil siga. Men her kunnu vit so staðfesta, at tað verður tað undir øllum umstøðum ikki. Bjarni Djurholm hevur jú boðað frá, at hann ikki fer at ”cleara” fyri Katrin Dahl Jacobsen. Spurningurin er so, um onkur annar fer at ”cleara” fyri Katrina Dahl Jacobsen. Tað er trupult at ímynda sær, at tað verður nakar annar úr Fólkaflokkin. Og tað er eisini ilt at meta um, hvør hevur beinleiðis áhuga í at ”cleara” fyri Katrina Dahl Jacobsen í einum so týdningarmiklum máli.

Ein annar møguleiki er at innkalla varalim, sum so skal virka sum atkvøðuneyt. Nita Næs ella Mikkjal Sørensen, sum eru ávíkavist fyrsti og annar varalimur, kunnu verða innkallað bara fyri at atkvøða soleiðis sum flokkurin ynskir, uttan at hava verið partur av nakrari viðger yvirhøvur.

Men her er spurningurin so, um tað er ein leiklutur tey ynskja at átaka sær – ella um tey yvirhøvur eru av somu sannføring sum Katrin Dahl Jacobsen.