Eyðun Johannessen, leikstjóri, hevur í ong ár virkað í útlondum, men nú hevur hann skrivað undir 2 ára sáttmála og hann skal frá aprílmánað komandi ár vera listarligur leiðari hjá Leikpalli Føroya. Hetta er samstundis fyrsta stig í miðvísari ætlan um tjóðpall.
Eyðun hugsaði seg um, tá hann fekk tilboðið, men hann segði tað frá sær, ið hann hevði fyri framman, og er fegin um nýggju avbjóðingina og hann vónar, at ætlanin um yrkisleikhús gerst veruleiki.
A sáttmálin er tvey ár hevur við peningaligu játtanina at gera og er eisini eftir ynski frá Eyðuni sjálvum..
- Eg skal vera stjóri í virkandi leikhúsinum, Meiarínum, og skal vera sum eitt lokomotiv, ið hálar okkurt annað avstað og setur í gongd, sigur Eyðun Johannessen, ið eisini sær sum sína uppgáva at geva íblástur..
Tann fyrsti
Eyðun Johannessen er ikki ein og hvør, tá um føroyska leiklist ræður.?Hann var fyrsti føroyingur, ið fekk sær sjónleikaraútbúgving og fekk seær hetta sum livibreyð. Seinni virkaði hann sum leiðari í Sjónleikarhúsinum og var ein av stovnarunum av yrkisleikbólkinum Grímu. Seinast í sjeytiárunum fór hann til Danmarkar at starvast sum rektari á donskum sjónleikarskúla og hevur síðini miðskeiðis í áttatiárunum virka sum leikstjóri í ymsum londum, eisini í Føroyum av og á
- Tá eg byrjaði í 60?unum vóru ikki.somu umstøður. í 70?unum royndu vit at fáa glið á føroyskan dramatikk og tað tóktist at bera til og tað kemur eisini at liggja frammaliga nú. Vit vóru so 5 fólk, sum tá settu okkum saman og setu á stovn ein leikbólk fyri tann pening, ið var til taks. Vit keyptu ein gulan buss og ferðasut so landið runt, sigur Eyðun.
Einki fast tilhaldstað var og Eyðun svarar ikki noktandi, tá hann verður spurdur, um hetta er dreymurin, ið gongur út, men dreymurin er konkretur, hevur hald í veruleikanum, leggur han afturat.
- Ein kann ikki tryggja, at tað verður betri, um tað er øðrvísi, men sum onkur hevur sagt, so má tað blíva øðrvísi, áðrenn tað gerst betri, sigur Eyðun um menningina innan føroyska leiklist, eisini í komandi tíðum.
Eyðun er í hesum døgum í Føroyum í samband við eitt skeið íleikritger. Skeiðið er í næstu viku.
Eyðun byrjar í nýggja starvinum í aprílmánað komandi ár, men enn vil hann ikki út við, hvat fyrsta verkætlanin inniheldur.
- Sum Piet Hein segði, so ?gælder inden kunst og sport, at sigte rigtigt og ramme hårdt?, smílist 60 ára gamli Eyðun, ið enn ikki hevur heilt gjørt av, hvat er rætt t at tríva í til røttu løtuna komandi ár.