Eyðun einsamallur á toppinum

Tá ið síðstu leikirnir í triðja umfari í FM í talvi fyri einstaklingar, sum Havnar Telvingarfelag í hesi vikuni er vertur fyri í skúlanum á Argjum, vóru fluttir, var tað greitt, at nýggjur maður hevði lagt seg á odda.

Olaf Berg, sum eftir 2. umfar var einsamallur á odda, noyddist í 3. umfari at lúta fyri Martini Poulsen, sum vann við svarta fólkinum.

Eyðun Nolsøe vann við hvítum á Hanusi Brekká, og harvið er Eyðun Nolsøe nýggjur oddafiskur. Eyðun hevur framvegis einki talv tapt. Í fyrsta umfari var tað javnt millum hann og Martin Poulsen, og síðani hevur Eyðun vunnið á Høgna Egilstoft Nielsen og nú á Hanusi Brekká.

Tølini benda á, at tað kann roknast við ógvuliga tættari og spennandi kapping. Martin Poulsen, Olaf Berg og Finnbjørn Vang, sum í triðja umfari við svarta fólkinum vann á Carl Eli Nolsøe Samuelsen, ið hevur hægri styrkistal enn Finnbjørn, eru allir eitt hálvt stig aftanfyri Eyðun Nolsøe.

Fjórða umfar verður mikudagin klokkan 17. Tá verður toppuppgerð millum Finnbjørn Vang og Martin Poulsen. Eyðun Nolsøe skal við svarta fólkinum telva ímóti Herlufi Hansen, sum í triðja umfari tapti ímóti Hans Kristiani Simonsen.

3. umfar

Carl Eli Nolsøe Samuelsen-Finnbjørn Vang 0-1

Hans Kristian Simonsen-Herluf Hansen 1-0

Eyðun Nolsøe-Hanus Brekká 1-0

Ólavur Simonsen-Høgni Egilstoft Nielsen ½-½

Olaf Berg-Martin Poulsen 0-1

Støðan eftir 3 umfør

Eyðun Nolsøe 2,5

Martin Poulsen 2,0

Olaf Berg 2,0

Finnbjørn Vang 2,0

Høgni Egilstoft Nielsen 1,5

Hans Kristian Simonsen 1,5

Ólavur Simonsen 1,0

Herluf Hansen 1,0

Carl Eli Nolsøe Samuelsen 1,0

Hanus Brekká 0,5

4. umfar týsdagin klokkan 17.00

Finnbjørn Vang-Martin Poulsen

Høgni Egilstoft Nielsen-Olaf Berg

Hanus Brekká-Ólavur Simonsen

Herluf Hansen-Eyðun Nolsøe

Carl Eli Nolsøe Samuelsen-Hans Kristian Simonsen

Styrkistølini undan kappingini

Olaf Berg 2272

Ólavur Simonsen 2201

Martin Poulsen 2194

Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2162

Eyðun Nolsøe 2152

Hans Kristian Simonsen 2104

Høgni Egilstoft Nielsen 2072

Herluf Hannsen 2032

Hanus Brekká 2026

Finnbjørn Vang 2022