Føroya Fimleikasamband hevur haft árliga aðalfundin og nýggjur formaður er Eyðun Mørkøre. Hann tekur við eftir Gunn Reginsdóttir Hermansen, sum ikki tók við afturvali.
Í stuttum boðum takkar Fimleikasambandið Gunn Reginsdóttir Hermansen, forkvinnu, Eydnu Danielsen, amboðssamskipari, og tiltakslimunum Jónu Hvannastein og Annu Margit Thomsen.
Í starvsnevndini eru:
Eyðun Mørkøre, formaður
Tinna Johansen, estetiskur samskipari
Heri Sigurd Lamhauge, amboðs samskipari
Ásvør Lognberg, breiddar samskipari
Frida Poulsen, nevndarlimur
Tiltakslimir:
Barbara Eiriksfoss
Kristian Danbjørg Heinesen
Anna Hádal
Bjørk Nolsøe