Eyðun Nolsøe við nýggjari útgávu

Her ber til at hoyra fyrsta sangin av nýggju útgávuni

Vit kenna hann millum annað úr Frændum og saman við Terja Rasmussen. Hann hevur verið virkin tónleikari í mong ár og letur skjótt sína triðju solo fløgu út. Talan er um 14 nýggjar sangir á føroyskum máli. 


Hans Poulsen hevur framleitt, og tónleikarar á útgávuni eru millum annað Jósva Debes, Pætur við Keldu, Jákup Zachariassen og Tróndur Enni.

Anker Eli Petersen hevur prýtt og sniðgivið fløguna og verða eyðkendu klippini hjá honum til hesa verkætlanina eisini at síggja á framsýning í Spaniustovu á Summarfestivalinum, saman við øðrum myndum hjá listarmanninum.

Fløgan hjá Eyðuni Nolsøe kallast “Dagur legst at degi” og omanfyri ber til at hoyra heitislagið frá útgávuni.