Eyðun Samuelsen væntar europeiskan dominans í HM-endaspælinum

Í kvøld byrjar HM-endaspælið í hondbólti hjá monnum, sum hesaferð verður spælt í Spania.

 

Eyðun Samuelsen, altjóða hondbóltsdómari væntar, at tey europeisku londini koma at dominera HM, og hann dugir illa at ímynda sær, at nakað land uttanfyri Europa kann koma langt í kappingini.

 

Eyðun Samuelsen heldur, at Frakland er eitt sera gott boð uppá ein HM-vinnara, men at tað sær rættiliga gott út hjá Danmark.

 

Claus Rasmussen, landsliðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti hevur eisini góðar vónir um, at Danmark kann standa seg væl í kappingini.

 

Finnur Hansson undirstrikar, at vegna skaðar eru vónirnar til tað íslendska liðið dempaðar hesaferð.

 

Tað ber til at hoyra tað, sum Eyðun Samuelsen, Claus Rasmussen, Finnur Hansson og Teitur Joensen søgdu um HM í hondbólti á Rás2 undir greinini.