B36 tapti í kvøld 1-0 fyri maltesiska meistaraliðnum Valletta í undankappingini til Champions League. FM vinnararnir høvdu annars møguleikar at javna seianstu tjúgu minuttirnar.
- Eg eri væl nøgdur við avrikið . Vit vardu væl og teir fingu ikki nógvar møguelikar. Tað er keðiligt at teir skorað upp á ein retur, tí vit halda okkum til ætlanini. Vit burdu fingið mál. Serliga eftir at vit fáa frískar kreftir inn á vengirnar í seinna hávleiki, sigur Eyðun Klakstein og leggur afturat:
- Vit burdu fingið mál í kvøld og hvødu uppiborið ein javnleik, sigur venjarin hjá B36.
Hann er eisini fegin um, at ætlanin við Jákupi á Borg í álopinum riggaði væl, umframt at innskiftingarnar gjørdu mun.
- Eg eri væl nøgdur við ætlnina og serliga við Jákup á Borg á topp, sum hevur royndirnar at spæla slíkar dystir. Tá vit seta jokararnar inn, so fáa vit eisini møguleikarnar, men tíverri ikki mál, sigur Eyðun Klakstein, ið enn ætlar sær víðari í Champions League.
- Dysturin er opin og tað er bara eitt mál á muni. Vit hava ein møguleiki og vit ætla okkum at gera alt fyri at klára tað. Spælararnir eru ótrúliga uppsetir eftir dystin í kvøld, sigur Eyðun Klakstein.
Valletta FC vann dystin við málið, sum argentinski Federico Falcone skoraði miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Champions League - undanumfar:
Valletta – B36 1-0 (0-0)
1-0 Federico Falcone, 69.min
B36: Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Hørður Askham, Andrias H. Eriksen, Høgni Eysturoy – Odmar Færø, Róaldur Jakobsen, Gestur B. Dam – Hanus Thorleifsson (Hannes Agnarsson, 71.min), Alex Mellemgaard (Lukasz Cieslewicz, 75.min) og Jákup á Borg (Sebastian Pingel, 82.min)
Á bonkinum: Bjarni Petersen, Jógvan Skeel Nolsøe, Rói Hentze, Pætur Petersen.