Í røktarheiminum verða 64 búpláss til eldri, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri, heimabúgvandi borgarar.
EYA átti vinnandi uppskotið til nýggja røktarheimið, sum varð kunngjørt í mars í ár, og nú er klárt er at fara undir arbeiðið at liðugtprosjektera bygningin.
Røktarheimið verður bygt á matrikkul 138a í Hoyvík, ið liggur oman fyri bygningin hjá Føroya Tele á einum øki, ið er til víddar 50.000 m². Bygningurin sjálvur verður til víddar umleið 6.700 m².
Umframt tilboðini til eldru borgararnar, verða stórkøkur, vaskarí, høli til fysioterapi og ergoterapi o.a. í bygninginum.
##med3##
Yvirskipaða hugmyndin av bygninginum er ein samanseting av minni húsum við íblástri frá føroysku sethúsunum. Byggingin tekur atlit til lendisviðurskiftini í økinum og spælir við og gevur til lendið, samstundis sum hon háttar seg eftir veðurlagnum.
Atkoman til økið er norðanifrá og er íbundin Klingruna. Parkering er ætlað móti beninum og í lummum sunnarlaga á økinum.
Sambært tíðarætlanini verður EYA liðugt við projekteringina í september 2024. Eftir hetta verður arbeiðið at byggja røktarheimið boðið út.
Undirráðgevar hjá EYA eru: Cubo Arkitekter A/S, Verkfo, PB Consult og LBF. HTU-samskipari á verkætlanini er Petur Ritter.
##med2##
Sáttmálin varð undirskrivaður á samkomu í ráðhúsinum fyrrapartin. Frá vinstru sita Johan Syderbø, deildarleiðari á Bygningsdeildini hjá Tórshavnar kommunu, Bárður Johannessen, verkætlanarleiðari hjá Tórshavnar kommunu, Eyðun Eliasen, arkitektur hjá EYA, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri