Tað var rómur í Gundadali, tá ið B36 og Eyðun Klakstein fyri viku síðani tryggjaðu sær FM heitið. At talan er um sannførandi FM verður undirstrikað av, at tað ongantíð áður er komið fyri, at FM vinnarin er funnin eftir 24 umfør.
Í dag eru fyrrverandi KÍ venjarin, Eyðun Klakstein, og hansara menn á veg til Klaksvíkar.
Avbjóðingin hjá B36 er, um tað ber til at halda fokus, nú FM er komið til høldar:
-Vit tosaðu um hetta undir venjing mánakvøldið. Tað var hugaligt, at spælararnir góvu til kennar, at teir eru sinnaðir at runda kappingarárið av við manér. Tað ber ikki til at røkka 2011 úrtøkuni, sum var 67 stig og met. Vit hava 57 stig, so tað ber til at røkka fram ímóti metinum. Ítróttarliga er tað eisini rættast ímóti hinum feløgunum, at vit fokusera fult og heilt á avbjóðingunum, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein.
Høgni Eysturoy er vøddaskaddur, og harvið verður Jónas Tór Næs vongverji í høgru og Alex Mellemgaard í vinstru.
Tað er greitt, at Tórður Thomsen ikki verður B36 málverji í 2016, og at Trygvi Askham fer at halda fram í felagnum. Tí er tað ikki óhugsandi, at Trygvi fer at fáa møguleikan millum stólparnar í dag.
Í Klaksvík iðra teir seg um, at tað ikki er eydnast at taka fjórða plássið frá HB. Møguleikarnir hava verið til tað, men KÍ hevur ikki tikið av.
Í fjør kendist tað vera vónbrot, at úrtøkan var sætta pláss og 36 stig. Tað er longu greitt, at KÍ fer at enda á fimta ella kanska fjórða plássi. Í stigaposanum eru 35 stig. Hvussu nógv fleiri stig enn í fjør vera í posanum, tá ið hetta kappingarárið verður liðugt, er millum annað treytað av, hvussu tað fer at roynast ímóti meistarunum í B36 og gamla KÍ venjaranum Eyðuni Klakstein.
Sørmundur Kalsø og Páll A. Klettskarð, sum í gjár skrivaði undir nýggjan sáttmála við KÍ, eru skaddir. Tað er ivasamt, um Tórur Justesen orsaka av skaða verður førur fyri at spæla.
KÍ: B36 (h), NSÍ (ú) og EB/Streymur (h).
B36: KÍ (ú), AB (h) og ÍF (ú).