Tá Eyðun og Rani Nolsøe fara á pall í Dansifrøi leygarkvøldið, verður tað fyri fyrstu ferð sum duett. Teir hava sjálvandi spælt nógv saman, og vit kenna teir best frá Frændum. Báðir hava eisini roynt seg einsamallir, men hetta er altso fyrstu ferð, at teir spæla sum duett.
Leygarkvøldið spæla teir til dans og fara tá at spæla bæði egin løg og løg hjá øðrum, og fyrireikararnir vænta, at hetta verður eitt rimmar dansikvøld.
Stóra dansikvøldið verður hildið nú leygardagin, 14. juni, og teir báðir frændirnir við bólki fara á pallin klokkan 23.
Atgongumerki fáast við dyrnar og í forsølu á Fast-støðunum.