Eyðun: Vit máttu hava trý stig í dag

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá B36 ásannar, at sigrarnir hjá NSÍ og Víkingi løgdu trýst á

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá B36, Eyðun Klakstein, sum sá sínar menn vinna 4-0 á ÍF á heimavølli fyrr í kvøld.

 

Eyðun ásannar, at sigrarnir hjá NSÍ og Víkingi ígjár og fyrradagin løgdu eitt trýst á, at bert ein sigur til B36 kundi brúkast í dag. Við einari 2-0 leiðslu aftaná fimm minuttirs spæl gjørdist málsetningurin hjá B36 lættari at røkka. Eyðun fegnast um debutina hjá danska Philip Lund, sum skeyt tvey mál, og legði upp til eitt annað mál í dystinum fyrr í kvøld.