KÍ kvinnurnar tóku í dag stórt stig fram ímóti enn einum FM heiti.
Fyrst í september fer KÍ at luttaka í Champions League. Bólkaspælið verður í Køge í Danmark. KÍ fer 6. september at spæla ímóti Subotica úr Serbia, og í hinum innleiðandi dystinum spæla HB Køge og KUPS KUOPIO úr Finnlandi. Finalan og dysturin um triðja plássið vera 9. september.
Tá ið KÍ fer niður til Danmarkar at luttaka í europeisku kappingini er tað rættiliga sannlíkt, at FM favorittarnir longu fara at hava tryggjað sær atgongumerki til kappingina í 2024.
Í dag var KÍ á útivølli ímóti NSÍ, sum undan dystinum var 10 stig aftanfyri KÍ. Gestirnir úr Klaksvík gjørdu skjótt av. Tá ið eitt korter var farið, vóru tað frammanfyri 2-0, og tað varð eisini úrslitið.
Rebekka Fjallsá Berbakoura setti hol á í 8. minutti. Tá átti Eyðvør Klakstein uppleggið, og tveir minuttir seinni økti hon um munin til 2-0. Hetta var áttandi dysturin á rað, at hon skoraði, og Eyðvør hevur í hesum átta dystunum skorað 12 mál. 2-0 sigurin ber við sær, at KÍ hevur 39 stig og er 13 stig undan NSÍ. Tá ið KÍ fer av landinum í Europa ørindum vera tað fýra umfør eftir at spæla í landskappingini.
Í Gundadali vann B36 6-0 ímóti 07 Vestur. Stefani Cabral skoraði trý mál – hetta vóru fyrstu málini hjá henni – og hini málini skoraðu Jiselle Souza, sum var málskjútti fyri aðru ferð í ár og Kristianna Haraldsen, sum eisini skoraði fyri aðru ferð í ár.
Víkingur vann í Sarpugerði 4-2 ímóti EBS/Skála. Har var hálvleiksstøðan 2-2, og gestirnir vóru tvær ferðir á odda við málum, sum Sarita Petersen – við brotssparki – og Sára Magnussen skoraðu. Hjørdis Rasmusdóttir og Eydna Olsen Dalheim vóru málskjúttar, tá ið Víkingur javnaði til 1-1 og 2-2. Eftir steðgin vóru Mona Rasmusdóttir og Eydna Olsen Dalheim málskjúttar, og so vann Víkingur 4-2. Hetta var fjórði sigurin hjá Víkingi í ár. Elin Maria Tvørfoss og Naomi Petersen vórðu fyri fyrstu ferð skiftar inn á besta liðið hjá Víkingi.
10. juni vann HB í hesum umfarinum 6-0 á heimavølli ímóti TB/FCS/Royn.
KÍ | 13 | 13 | 0 | 0 | 62 | 4 | 39 |
NSÍ | 13 | 8 | 2 | 3 | 43 | 15 | 26 |
HB | 12 | 8 | 1 | 3 | 31 | 14 | 25 |
B36 | 12 | 6 | 3 | 3 | 22 | 11 | 21 |
Víkingur | 12 | 4 | 2 | 6 | 22 | 29 | 14 |
07 Vestur | 13 | 3 | 3 | 7 | 23 | 42 | 12 |
EBS/Skála | 12 | 1 | 1 | 9 | 12 | 42 | 4 |
TB/FCS/Royn | 13 | 0 | 2 | 11 | 3 | 59 | 2 |
3. august
KÍ – HB
5. august
07 Vestur – Víkingur
6. august
EBS/Skála – NSÍ
TB/FCS/Royn – B36
9. august
HB – Víkingur