Eykasýningar við Norðoyastevnuteitinum

Eykasýningar av Norðoyastevnuteitinum verða mikudagin og um vikuskiftið

 

Klaksvík: Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer nú at hava nakrar eykasýningar av Norðoyastevnuteitinum, sum hevur verið sera væl umtókt.

Síðani framførslurnar byrjaðu beint fyri norðoyastevnuna hevur verið spælt fyri fullum sali, og eisini seinastu sýningarnar farna vikuskiftið vóru fyri útseldum sali.

Tí fara tey í Sjónleikarfelagnum at hava eykasýningar av Norðoyastevnuteitinum, og tann fyrsta verður mikukvøldið klokkan 20.00. Síðani verður spælt aftur leygardagin, tá tvær sýningar verða.

Norðoyastevnuteitið er skemt av ymsum slagi. Lokalir persónar standa fyri skotum, og hendingar frá farna árið verða tulkaðar eitt sindur øðrvísi.