Eysturoyar- og Sandoyartunnil

Alfred Olsen, Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
-----

Eysturoyartunnil
Eftir  at hava bugtast við at fingið Skálafjarðar/Eystur­oyar­tunnilin til veruleika síð­ani 2002, fegnist eg um, at allir flokkar á Tingi eru vorðnir samdir um at fara undir at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Eg má staðfesta, at orða­takið ”tolin trívst” er satt, og tað rós skulu tingfólkini, ið hava manna Tingið hesi seinastu árini hava, at tey hava tikið undir við og sam­tykt at fara undir at gera tunnlarnar. Hinvegin eru tað aðrar fíggjarligar orsøkir fyri, at Eysturoyartunnilin ikki er vorðin veruleiki, við tað, at bankar, sum skuldu bera prosjektið fíggjarliga eru antin givnir ella eru farnir falitt, og nú til seinast endaði alt tunnilsmálið í einum loynd­arfullum mjórkatámi.

Brúkararnir
Vit eru nógv í Eysturoy og Norðoyggjum, sum dáma og trívast á okkara arbeiðs­plássi í Havn, og sama við fólki úr Havn sum arbeiða í Eysturoynni og í Norð­oyggj­um. Men henda meiningleysa og til tíðir trupla koyringin til og frá arbeiði, hevur við sær, at tá ein tíð er fráliðin, velja nógv fólk, heldur at finna sær arbeiðið nærri við bústaðin, sjálvt um tað ikki er meira enn næstbest.
Støðan í dag er hon, at fleiri túsund fólk sita, millum ein og tveir tímar ov nógv í bili hvønn einasta arbeiðsdag, og tá koyrilíkindini eru vánalig og tað eru tey mangan, er tíðin munandi longri, í mun til um Eysturoyartunnilin varð gjørdur.
Fyri okkum sum brúkarar av Eysturoyartunnilin, eru henda politiska semjan góð tíðindini, og fyri mær, sum havi arbeitt fyri hesi sam­felagsgagnligu íløgu sum Skálafjarðartunnlin er, í yvir 10 ár, er semjan ein stað­festing av, at tað loysir seg at virka og ikki halda uppat, fyri tí sum er gagnligt fyri borgaran og samfelagið. Hjá mær verður tað ein fagn­aðardagur, tá arbeiðið uppá Eysturoyartunnilin byrjar í Runavík, á Strondum og á Sundi. Vit kunnu síggja fram til at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin í 2018.

Sandoyartunnil
Fyri mær hevur Sand­oyar­tunnilin altíð verið ”loysnin” fyri, at Sandoyggin kann vera eitt øki, har fólkið trívist, har verandi arbeiðspláss verða varðveitt og fleiri kunnu koma afturat. Verandi  óstøð­uga farðleið við ”Teistanum” er ikki nøktandi, og hevur við sær, at fólkið flytur, arbeiðspláss verða niðurløgd og økið armast út.
Loysnin er Sandoyar­tunn­ilin. Tí var tað við spenningi, at eg fór til Skopurnar, tá Landsverk legði prosjektið ”Sandoyartunnilin” fram – aftaná skapti hetta bjart­skygni millum fólk og komm­unur í Sandoynni. Men sum so oftani, spurdist einki burt­ur úr og eitt ivatámi legði seg yvir økið.
Men sum sagt ”tolin trívst” og nú semja er gjørd millum allar flokkar á Tingi um at fara undir Sandoyartunnilin í 2018 og at koyrandi verður til Sandoynna í 2020-21, so fegnist eg um hesa avtaluna. Sjálvt um ynskiligt hevði verið, at tunnilin var komin fyrr, so má eg her nýta orðatakið  ”betri seint enn ongantíð”.