Eysturoyartunnilin: Enn er óvist nær tað verður bíligari

Arbeitt verður við eini skipan, sum fer at gera tað nógv bíligari at koyra ofta ígjøgnum tunnilin

Enn er óvist, nær tað fer at vera bíligari at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin hjá teimum, sum brúka hann nógv. Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum fyri  Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

 

Líka síðani tunnilin læt upp hava atfinningar verið ímóti, at tað er ov dýrt at koyra ígjøgnum hann. Eitt nú hava politikarar ofta víst á, at vit fáa ikki so stóra nyttu burtur úr honum, tí tað er so dýrt, at fólk aftra seg við at brúka hann.

 

Men síðani hevur verið arbeitt við at seta eina nýggja skipan í gildið har fólk skulu kunna seta seg fyri einum føstum haldi, og so skulu tey kunna koyra so ofta tey vilja. Tað varð upplýst, at hetta gjaldið skuldi vera góðar 1.900 krónur um mánaðin og tey, sum seta seg fyri einum slíkum haldið, kunnu so koyra ígjøgnum tunnilin so galið tey vilja.

 

Nú løgtingið umrøddi samferðsluviðurskifti nakað áðrenn tey fóru í summarfrí, upplýsti Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, at eftir tí, hann hevur fingið upplýst, verður hendan skipanin sett í gildið um nakrar fáar vikur og tað verður sett í verk í samráð við politisku skipanina.

 

Nú eru nakrar vikur síðani og Teitur Samuelsen sigur, at arbeitt verður við eini slíkari skipan. Men hann kann einki siga um, nær hon verður sett í verk, um tað verður um nakrar vikur, ella nakrar mánaðir – men hann sigur kortini, at tað verður í ár.

 

Fyri sjálvan tunnilin hevur tað ikki so stóran týdning at lækka prísirnar,  tí landskassin hevur veitt tunlinum veðhald, so fara inntøkurnar niður um eitt vist, rindar landskassin munin.

 

Annars hevur ferðslan ígjøgnum Eysturoyartunnilin verið minnið enn ætlað, og um ársskiftið var mett, at veðhaldið hjá landskassanum verður upp ímóti 40 milliónir í ár, men tann nýggja skipanin fer so eisini at hava eina sína ávirkan.