Eysturoyingur aftur í hásætinum

Tað var bara eina lítla løtu, at tað var stórur spenningingur í, tá ið 10-mannaførini rundaðu kappróðurin á Norðoyastevnu av.

Eysturoyingur hevði besta startin, og tað vísti seg, at teir høvdu tamarhald á støðuni allan vegin.

Vestmenningur royndi einar tvær ferðir at bjóða av, og frá at hava verið eina bátslongd aftanfyri eydnaðist tað vestmenningum at eta seg fram á meiri enn hálvan Eysturoyingin, men so svaraði guli báturin aftur, og í endaspurtinum megnaði hann sum ein svisk at halda tørn.

Hoyvíkingur í Argja hami megnaði ongantíð at blanda seg í kappingina um fremsta plássið.

 

10 mannafør

1 Eysturoyingur 07:14.05

2 Vestmenningur 07:16.16

3 Hoyvíkingur 07:21.14