Í teimum eysturríksku miðlunum gongur orðið ?pliktsigur? nógv aftur.
- Eysturríki hevur hevnt seg fyri 1-1 javnleikin í oktober í fjør, og hevur varðveitt spinklu vónini fyri at røkka HM-endaspælinum. Sigurin vermur væl, áðrenn dystin ímóti Rumenia í komandi viku. Soleiðis orðar blaðið ?Der Standard? seg um 3-1 sigurin ímóti Føroyum. Blaðið skrivar eisini, at Jákup Mikkelsen forðaði fyri fleiri málum, og at málið hjá Andrias Lava Olsen var einasti málmøguleikin hjá Føroyum í øllum dystinum.
- Við Marc Janko og Stefan Maierhofer hevur eysturríksi tað størsta álopsparið í eysturríksku landsliðssøguni, skrivar eysturríkska kringvarpið ?ØRF? á heimasíðu sínari. Her sipar ØRF til stóru hæddina hjá Marc Janko og Stefan Maierhofer. ØRF leggur dent á, at málið hjá Andrias Lava Olsen forðaði fyri tí størsta føroyska tapinum í hesari undankappingini.
Harmleysir føroyingar - Alt var klárt aftaná 49 sekundir, skrivar ?Neue Krone Zeitung?. - Constantini mátti bara bíða 49 sekund fyri at síggja úrslitið av venjingunum seinastu vikuna. Neue Krone Zeitung nevnir góða málið hjá Andrias Lava Olsen ?Resultatkosmetik?.
Blaðið ?Kurier? tekur dýran til, og spyr hvussu tað ber til, at eysturríkska liðið fyri einum ári síðani kom í ta pínligu støðu at spæla javnleik 1-1 ímóti hesum mótstøðuliðnum. Kurier skrivar, at føroyska liðið var ?sympatiskt?, men ikki nakar sterkur ?sparringspartnari?. Føroyar fingu sítt bert næsta mál í kappingini, og aftur var tað Eysturríki, sum hjálpti til.