Í oktober var eitt ár síðani, at føroyska landsliðið tapti 3-1 í Spania. Úrslitið var bæði í Føroyum og í øllum fótbóltsheiminum mett at vera sera gott fyri føroyskan fótbólt.
Hondina á hjartað so lúrdi ? sum so mangan áður tá okkara menn á útivølli hava roynt seg móti teimum størstu ? óttin fyri sorli og stórtapi, men føroyingar komu ? sum so mangan áður ? heilt væl burturúr tí, tá hugsað verður um, at tað var ein av teimum størstu í heiminum, sum var mótstøðuliðið.
Leygardagin var tað Eysturríki, sum skuldi royna seg á útivølli móti Spania. Vónirnar vóru ikki heilt eiðasørar, tí fyrstu royndirnar hjá Spania í hesari EM undankappingini vóru alt annað enn góðar. Fyrst taptu teir 3-2 á Kypros, og so var tað ikki meiri enn teir kneykaðu einum teprum 2-1 sigri móti Ísrael.
Men hesa ferð bar betur til hjá Spania. Eysturríki var spælt sundur og saman, og úrslitið gjørdist ein knúsandi 9-0 heimasigur. Stóri maðurin hjá heimaliðnum var Real Madrid maðurin Raúl, sum var við, tá Føroyar spældu í Gijón. Hann skoraði fýra mál og legði upp til trý onnur.
Minnast
framvegis Føroyar
Tá vit hoyra um eina sovorna eyðmýking av Eysturríki, so er skjótt at ímynda sær, at hetta man hava verið mest flóvisliga tapið nakrantíð, og í onkrum altjóða fjølmiðlum varð tikið til, at hetta var meiri eyðmýkjandi, enn tá Føroyar vunnu 1-0 móti Eysturríki.
Men tað halda eysturríkarar sjálvir ikki. Tann, sum segði frá í eysturrískum sjónvarpi, var sjálvandi ikki í serliga góðum skørum. Tað sigur seg sjálvt. Men hann helt ikki, at 0-9 á útivølli móti Spania, sum er størsta tapið í 90 ára longu søguni hjá eysturríska fótbóltssambandinum, var tað mest eyðmýkjandi úrslitið nakrantíð hjá Eysturríki.
? Hetta er als einki at rópa hurrá fyri og ein stór eyðmýking, men tað skal eingin ivi vera um, at 1-0 tapið í Landskrona móti Føroyum 12. september í 1990 framvegis stendur sum mest eyðmýkjandi úrslitið nakrantíð hjá eysturríska landsliðnum, varð sagt, tá dysturin í Spania var liðugur leygarkvøldið.
Tá Føroyar høvdu vunnið móti Eysturríki varð venjarin, Josef Hickersberger, skiftur út. Í fyrradagin frættist, at 43 ára gamli venjarin hjá Eysturríki, Robert Prohaska, hevði lagt frá sær. Hann hevði staðið á odda fyri liðnum í 51 dystum.
Nú skulu teir í Eysturríki finna nýggjan venjara, og fyrsta uppgávan hjá honum verður í EM undankappingardysti móti San Marino. Tann dysturin verður 28. apríl, og um tað ikki fer at eydnast hjá Eysturríki at vinna ta ferðina, so verður tað størri sensatión, enn tá teir taptu móti Føroyum. Føroyar hava tvær ferðir vunnið móti San Marino ? 3-0 á heimavølli 25. mai 1995 og 3-1 á útivølli 11. oktober sama árið.
Fleiri stórtap
Tá eitt so ógvusligt úrslit sum 9-0 gerst veruleiki, fara hagtalsmenninir at blaða í bókunum fyri at finna úrslit, sum eru í nánd av hesum.
Í vikuskiftinum hava tólv dystir í europeiskum landsliðsfótbólti síðani 1971 verið nevndir, har úrslitið hevur verið í minsta lagið 8-0. Føroyingar hava tíbetur ongantíð verið við í sovorðnum dystum. Flest mál móti føroyingum hevur Jugoslavia skotið. Tað var tá teir 6. oktober 1996 vunnu 8-1 á Svangaskarði (Jan Allan Müller skoraði føroyska málið).
Størsti sigurin og harvið størsta tapið nakrantíð í undankapping og endakapping í Europa var, tá Spania á heimavølli móti Malta vann 12-1. Tað var 21. desember 1983.
6. september 1995 vann Frakland á heimavølli 10-0 móti Aserbadjan. Spania vann 9-0 móti Albania 15. desember 1990, og úrslitið var tað sama, tá Ongland hevði vitjan av Luksemburg 15. desember 1982.
Átta ferðir hevur úrslitið verið 8-0. Tað hevur tað verið í hesum dystunum: Portugal-Liktinstein, Malta-Holland, Holland-Kypros, Ongland-Turkaland, Írland-Malta, Týskaland-Malta, Týskaland-Malta og Luksemburg-Holland. í øllum førunum hevur verið talan um heimasigrar, uttan tá Holland vann á útivølli móti Luksemburg og Malta.