Eysturskúlin hátíðarheldur fimmti ára dag

23. apríl frá kl. 9.45 bjóða vit øllum áhugaðum í føðingardag í Eysturskúlanum.

Tíðindaskriv:

 

Næmingar og starvsfólk hava arbeitt av kraft fyri, at vitjandi skulu hava ymiskt at hyggja at og lurta eftir.

 

Henda dagin, 23. apríl, verður ein “rullandi skrá” í Skúlahøllini við sangi, dansi, tónleiki og framførslum. At skráin er rullandi merkir, at náddi tú ikki kl. 9.45 so nært tú kanska kl. 11.30. Sí niðanfyri!

 

Úti í lonunum, A, D og E, verða framsýningar av alskyns forvitnisligum slag, har allir næmingar skúlans hava arbeitt við at lýsa ymsu tíðarskeiðini í søgu skúlans; 1974 til 2025.

 

NámX hevur eisini opnar breytir henda dagin, so øll vitjandi fáa innlit í alt tað kreativa og innovativa, ið næmingarnir fáast vit.

 

Vit bjóða sjálvandi kaffi, saft og søtt. So verið hjartaliga væl komin øll; foreldur, ommur og abbar, fyrrverandi næmingar og starvsfólk og øll onnur áhugað – eingin ov ungur ella ov gamal –

 

Vit gleða okkum.

 

 

Skráin: 23.04.2025 – frá kl. 09.45

 

  • 9.45 morgunsangur - almennur, har øll eru væl komin at vera við.

 

•       Kl. 10.00 – Nýggja endurtulkaða búmerkið hjá skúlanum verður avdúkað

 

•       Kl. 10.15 – Grunddeildin framførir

 

•       Kl. 10.40 – miðdeildin framførir

 

•       Kl. 10.55 – Dansibreytin í NámX framførir

 

•       Kl. 11.10 – Mótaframsýning – hádeildin vísir 90´ini og 00´ini

 

•       Kl. 11.20 – Tónleikabreytin í NámX framførir

 

...og so rulla vit umaftur

 

•       Kl. 11.35 – Grunddeildin framførir

 

•       Kl. 11.55 – miðdeildin framførir

 

•       Kl. 12.10 – Dansibreytin í NámX

 

•       Kl. 12.15 – Mótaframsýning – hádeildin vísir 90´ini og 00´ini

 

•       Kl. 12.30 – Tónleikabreytin í NámX framførir

 

...og so rulla vit enn einaferð (Tey yngstu verða ikki við í triðja rulli)

 

•       Kl. 13.50 – Dansibreytin í NámX

 

•       Kl. 14.05 – Mótaframsýning – hádeildin vísir fram

 

•       Kl. 14.20 – Tónleikabreytin í NámX framførir