ÍF-07 Vestur 3-1 (1-0): Hoyr málini og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr hvussu ÍF vann 3-1 á 07 Vestur, og hoyr Karl Løkin hjá ÍF og Martin Tausen hjá 07 Vestur seta orð á dystin

##med2##

Fótbóltslagið er í topp í Fuglafirði. Teir reyðu og hvítu hava vunnið sær sjey stig í trimum teimum fyrstu dystunum.

Í dag stóð 07 Vestur fyri skotum í Fløtugerði í Fuglafirði. ÍF vann 3-1, men við støðuna 2-1 hevði 07 Vestur ein stóran møguleika at javna til 2-2, men ÍF reið stormin av.

Uros Stojanov skoraði í dag sítt fjórða mál hetta kappingarárið, haraftrat legði hann upp til sigursmálið hjá Filip Djordjevic.

ÍF-07 Vestur 3-1 (1-0)

1-0 Filip Djordjevic (7.)

2-0 Uros Stojanov (66.)

2-1 Erling Myklebust (77.)

3-1 Filip Djordjevic (84.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Petur Asbjørn Lervig segði frá teimum fýra málunum, ið komu í dystinum í Fuglafirði í dag.

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Karl Løkin hjá ÍF aftaná dystin. Karl Løkin fegnast um, at ÍF hevur eitt gott lið, og hann undirstrikar, at væl er Uros Stojanov góður og effektivur, men aðrir á liðnum vísa góðar dygdir, m.a. Filip Djordjevic.

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Martin Tausen hjá 07 Vestur aftaná dystin. Martin iðrar seg um, at 07 Vestur bæði áðrenn 2-0 málið hjá ÍF, og við støðuna 2-1 til ÍF ikki tók av teimum stóru málmøguleikunum liðið hevði tá, men hann undirstrikar, at Jákup Nolsøe Olsen í ÍF-málinum stóð framúr væl. 

 

 

(ÍF-07 Vestur 3-1 (1-0). Hoyr málini og samrøður við Karl Løkin og Martin Tausen)