Ukraina er farið at flúgva F-16 stríðsflogfør í átøkum innan fyri landamørk, sigur Volodymyr Zelenskyy, forseti, sambært Reuters.
Tað eru Danmark og Holland, sum standa saman um avhendingina av flogførunum. Noreg er eisini á veg at senda amerikanskt framleiddu stríðsflogførini til Ukraina.
Ukraina hevur ynskt at havt størri stríðsmegi í luftini, og tað hevur bíðað sera leingi í tí nú 29 mánaðar langa stríðnum eftir at taka ímóti vesturlendsku stríðsflogførunum.
- F-16-stríðsflogfør eru í Ukraina. Vit megnaðu tað. Eg eri stoltur av okkara dreingjum, sum hava flúgva hesi jetflogførini, og teir eru longu farnir at brúka tey til frama fyri land okkara, sigur Zelenskyj.
##med2##