Fáa eina eykarokning upp á yvir 100 milliónir

Verður vallyftið til hildið, noyðast kommunurnar kring landið at hækka skattin munandi

 

Verður útgjaldið úr Samhaldsfasta skattafrítt, fer tað at kosta kommununum kring landið yvir 100 milliónir krónur í mistum skattainntøkum.

Tað staðfestir Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, og formaður í Kommunufelagnum.

Nú valstríðið til løgtingsvalið er í hæddini, er tað eitt av fremstu vallyftunum hjá Fólkaflokkinum, at útgjaldið úr Samhaldsfasta skal verða skattafrítt, tí tað fer at geva pensjónistum 2.000 meiri at liva fyri um mánaðin.

Herfyri heitti Kommunufelagið á valevnini um ikki at lova nakað upp á nakkan á øðrum, men Dennis Holm sigur, at hetta vallyftið hjá Fólkaflokkinum er enn eitt rán frá kommununum, sum hann málber seg.

Fyri kommunurnar merkir hetta, at antin mugu tær krevja 100 milliónir krónur inn í nýggjum skatti frá fólki, ella mugu kommunurnar skerja tænastur til borgaran fyri - ella lata verða við at gera íløgur.

Verður kommunuskattaprosentið hækkað, rakar tað tær lægri inntøkurnar lutfalsliga harðast, tí øll rinda sama prosent í skatti, og sostatt verða tað teir veikastu borgararnir í landinum, sum verða harðast raktir.

Dennis Holm sigur, at verur 2019 tikið sum dømi, fer tað at kosta kommununum umleið 101 millión  krónur í mistum skattainntøkum, og tað verður býtt ímillum kommunurnar eftir talinum á pensjónistum í kommununum:

Dennis Holm sigur, at fyri tær einstøku kommunurnar, sær roknistykkið soleiðis út

 

Kommunurnar tilsamans

101.000.000 kr.

Fugloyar kommuna

101.982 kr. 

Viðareiðis kommuna

611.889 kr. 

Hvannasunds kommuna

828.600 kr. 

Klaksvíkar kommuna

10.606.084 kr.

Kunoyar kommuna

242.206 kr. 

Fuglafjarðar kommuna

3.429.130 kr. 

Eysturkommuna

3.709.580 kr. 

Nes kommuna

2.281.838 kr. 

Runavíkar kommuna

7.776.095 kr. 

Sjóvar kommuna

2.052.379 kr. 

Eiðis kommuna

1.351.256 kr. 

Sunda kommuna

3.161.429 kr. 

Tórshavnar kommuna

38.549.034 kr.

Kvívíkar kommuna

1.338.508 kr. 

Vestmanna kommuna

3.161.429 kr. 

Vága kommuna

3.926.291 kr. 

Sørvágs kommuna

2.524.044 kr. 

Skopunar kommuna

1.045.311 kr. 

Sands kommuna

1.465.985 kr. 

Skálavíkar kommuna

497.160 kr. 

Húsavíkar kommuna

446.169 kr. 

Skúgvoyar kommuna

127.477 kr. 

Hvalbiar kommuna

1.682.696 kr. 

Tvøroyrar kommuna

4.104.758 kr. 

Fámjins kommuna

369.683 kr. 

Hovs kommuna

280.449 kr. 

Porkeris kommuna

815.853 kr. 

Vágs kommuna

3.441.878 kr. 

Sumbiar kommuna

1.070.807 kr. 

 

Hann sigur, at sum yvirlitið vísir, verða tað kommunurnar í Sandoy og í Suðuroy hart raktar, tí tær hava lutfalsliga flestar pensjónistar.

– Hetta eru frammanundan tey veikastu økini í landinum og bara hjá Suðuroynni verður rokningin einar 12 milliónir krónur, sigur hann.

­– Fyri fleiri kommunur í Sandoy og Suðuroy er talan um eina rokning uppá umleið 10 prosent av persónsskattinum hjá kommununum, sigur Dennis Holm.