-Tá danir vilja hava eina skiftistíð uppá 4-5 ár og vit eina uppá 15 ár, so verður endin helst, at vit fáa eina skiftistíð uppá eini 8 til 10 ár. Man merkti so týðuliga, at hetta var bara ein byrjan til kompromi.
Jógvan Sundstein heldur, at eitt slíkt kompromi vil vera so ivaleyst fyri Føroyar. -Fyri mín part kunnu vit væl taka eina skiftistíð uppá fýra ár ella minni. Jógvan Sundstein er rættiliga avgjørdur um skiftistíðina og heldur, at verður hon 4 ár ella um so varð 1 ár, so fer hon ikki at fáa nakrar serligar avleiðingar.
-Men tá búskaparfrøðingar oo. vilja vera við, at ein stutt skiftistíð fær álvarsligar avleiðingar, hvussu kanst tú so koma til nærum tað júst øvugta?
-Tí búskapurin veksur so ómetaliga skjótt, tá man fær sjálvstýri. Tað er ein nátúrlóg, at tá man fær ábyrgd og sjálvstýri, so mennist búskapurin sera skjótt.
Jógvan Sundstein heldur tað vera skeivt at brúka vandan fyri lækkandi prísum og vánaligum fiskiskapi sum grundgeving fyri ikki at taka fult sjálvstýri. -Gongur alt ímóti okkum, so fær tað sjálvandi nakrar avleiðingar, og tað fær tað eisini, um vit halda fram við at fáa blokkstuðul.
-Men er tað ikki sera naivt og bláoygt at siga, at ein stutt skiftistíð ikki fær stórvegis avleiðingar og haraftrat út frá tíðindafundinum í Keypmannahavn at staðfesta, at nú manglar lítið í til vit fáa eina góða avtalu við danir?
-Tað haldi eg ikki. Ger tú eina skiftistíð uppá 4-5 ár, og tú fær sjálvstýri, soleiðis sum tað varð umrøtt á tíðindafundinum, so vilja vit fáa ein búskaparligan vøkstur við tí ábyrgd man fær, og sum langt uppvigar tað blokkurin minkar við yvir eitt áramál. Men eg dugi væl at síggja, at okkara fólk eru noydd til at fáa eina langa skiftistíð, tí tað vit á donskum rópa ?avhengigheitsmentaliteturin? er so fastgrógvið í fólkinum, at tey vilja ikki góðtaka eina stutta skiftistíð.
Uppá fyrispurning um fólkaflokkurin ikki hevur ein trupulleika at dragast við, nú løgmaður higartil hevur valt at koyra eina víðgongda linju, meðan mong fólkafloksfólk út frá veljarakanningunum ikki vilja fara so langt sigur Jógvan Sundstein, at tað eru møguliga nøkur fólkafloksfólk, sum eru ivandi, men flestu teirra eru samd við løgmanni.
Jógvan Sundstein vísir annars aftur, at tað í fólkaflokkinum eru mong vinnulívsfólk, sum ikki nú vilja taka fulla stigið móti fullveldi. -Teir vinnulívsmenn, sum eg hitti og tosi við, teir eru so avgjørt ikki ivandi í hesum máli.
Fyrrverandi fólkafloksløgmaðurin heldur annars, at formaður javnaðarfloksins ?datt pladask útí?, tá hann gjørdi viðmerkingar til tíðindafundin.
-Hann átti heldur tikið tjansin og sagt, at nú landsstýrið hevur samráðst seg rættiliga langt, so vildi hann vera við í arbeiðinum. Ístaðin verður hann nógv ómøguligari, enn hann hevur verið higartil.
Jógvan Sundstein heldur tað annars vera einki minni enn tvætl, tá menn nú bera ótta fyri okkara rættindum í Danmark, eftir at vit hava fingið fult sjálvstýri.
-Tað er heilt givið, at um vit ikki fáa fult sjálvstýri í Føroyum, so fáa vit eina kreppu aftur. Fáa vit sjálvstýri hava vit nógv betri møguleika at mótvirka eini kreppu. Føroyingar skulu heldur ikki hava nøkur olmussurættindi sum at kunna flyta til Danmarkar specielt undir eini kreppu. Føroyingar hava arbeitt í nógvum øðrum Norðurlondum enn í Danmark, og har hava teir eisini nógv eins góð rættindi sum teir hava í Danmark.
Og at ganga og billa sær inn, at man skal hava nøkur heilt serlig rættindi í Danmark framum norðmenn, sviar og íslendingar er rætt og slætt nakað tvætl.
Jógvan Sundstein heldur ikki, at vit sum er hava nøkur framíhjárættindi í Danmark, sum aðrir norðbúgvar ikki eisini hava. -Eitt nú tá talan er um útbúgving, so er tað h ikki rætt, at vit hava rættindi fram um aðrar. Eg havi gingið á skúla í Danmark saman við norðmonnum og havi ikki havt nøkur framíhjárættindi framum teir.
Jógvan Sundstein heldur, at tað avgerandi nú er, at vit fáa eina loysn, sum er góð fyri føroyingar, og so verður fólkaatkvøðan bara ein formalitetur. -Men vit eru noydd til at hava eina fólkaatkvøðu, tí tað er samtykt í tinginum.
Hann heldur tað er avgerandi, at vit fáa ein loysn skjótt, tí sum støðan er í løtuni, eru nógv mál og spurningar, sum ikki verða nóg væl loystir, tí so nógv orka verður brúkt til hetta eina stóra málið. Hetta er tann negativa síðan av málinum. Vit eru sum er ikki nóg ansin í at røkja onnur øki. Vit eiga at fáa trupulleikar viðvíkjandi sjúkrahúsverkinum og hvørt av sínum loyst sum skjótast.
Jógvan Sundstein heldur annars ikki nógv um tær mongu veljararakanningarnar, sum verða gjørdar. Tær eru sum vindurin blæsir. Tær eru øgiliga ymiskar til ymiskar tíðir, og tí kunnu tær ikki brúkast til nakað. Hann endar við hesum orðum:
-Ein framhaldandi blokkstuðul vil skaka og oyðileggja hetta samfelagið uppaftur meira, og tí mugu vit fáa eina avtalu við danir, sum fær henda stuðulin burtur og sum fær okkum fult sjálvstýri.