Fáa greiði á bygnaðinum

Eitt av økjunum, sum arbeiðsbólkurin, ið lat Anniku Olsen álit í gjár, var spurningurin um býti millum land og kommunur á eldraøkinum.

Bólkurin sigur, at seinastu mongu árini er tað vorðið alsamt týðiligari, at ógreiða myndugleikabýtið, sum í dag eyðkennir eldraøkið, er ein forðing fyri menningini og skilagóðum avgerðum á eldraøkinum.

Landið hevur í dag yvirskipaðu ábyrgdina av eldraøkinum, men skipanin við millum annað sjálvsognarstovnum og stuðulsskipanum til útbygging av bútilboðum, er við til at skapa eitt ógreitt uppgávu- og ábyrgdarbýti, bæði millum land og kommunur og millum land og sjálvsognarstovnar, sigur arbeiðsbólkurin.

Við stuðulsskipanunum til bygging av nýggjum eldrasambýlum og røktarheimum, hevur landið latið kommununum stigið til at byggja eldrabústaðir, meðan landið ber nærum allar rakstrarútreiðslurnar. Skipanin hevur millum annað havt við sær, at útbyggingin á eldraøkinum ikki er framd eftir nakrari yvirskipaðari ætlan. Harvið er tænastustøðið innan eldrarøktina eisini ymiskt í ymsu økjunum í landinum.

Landið rindar nærum allan raksturin innan eldrarøktina í dag, men hevur ikki beinleiðis ávirkan á, at íløgurnar til bygging á eldraøkinum verða framdar skynsamt lands-búskaparliga. Heldur ikki hevur landið altíð ávirkan á, hvussu tænastan verður løgd til rættis, t.d. í mun til upptøku á eldrabústøðum, sum eru sjálvsognarstovnur ella har kommunumørk eru. Avleiðingin av hesi skipan er, at tað ikki altíð er borgarin við størsta tørvinum, sum fær tilboð um búpláss ella umlætting.

Ógreiðu myndugleikaviðurskiftini á eldraøkinum hava ført við sær, at eldraøkið í dag í ávísan mun er eyðkent av vantandi gjøgnumskygni.

»Mælt verður tí til, at greiða verður fingin á myndugleikaviðurskiftunum á økinum so vald og gjald fylgist at. Hetta er ein grundleggjandi fyritreyt fyri øktari menning og framtakssemi á eldraøkinum«, sigur arbeiðsbólkurin í sínum tilmæli.