Fáa ikki føroyskan netbanka aftur

Teir føroysku bankarnir fáa ikki harraboð frá Løgtinginum um at fáa tann føroyska neybankan aftur Tað er greitt, nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum, hevur viðgjørt uppskotið frá Høgna Hoydal um at áleggja bankunum at taka persónsupplýsingarnar aftur í føroyskar edvskráir, sum tær vóru, áðrenn bankarnir í fjør fluttu alt av landinum.

Meirilutin í nevndini, sum eru tey fýra umboðini fyri samgonguna, Alfred Olsen, Mikkjal Sørensen, Jákup Mikkelsen, Hans Pauli Strøm, umframt Poul Michelsen, mælir frá at samtykkja uppskotið.

Tey í meirilutanum siga, at tey hava fingið vissu fyri frá bankunum, Elektron og øðrum, sum eru spurd, at persónsverndin og trygdin er fullgóð, hóast upplýsingar verða viðgjørdar uttanlands.

Felagið fyri Føroyskar Peningastovnar hevur eisini upplýst, at bankarnir hava tryggjað sær, at skipanirnar til viðgerð av persónsupplýsingum virka undir føroyskum løgræði og liggja í egnari skipan so at til ber at taka tær úr aftur donsku skipanini, tá og um tað er neyðugt.

Undir viðgerðini fekk nevndin somuleiðis at vita, at eingin vandi var fyri, at fólk mistu arbeiðið og harvið ein ávísan kunnleika og vitan í samband við, at elektronisku skipanirnar eru fluttar av landinum.

Elektron hevur upplýst, at einki starvsfólk hjá teimum hevur mist starv av hesi flyting.